10 altjóða veddingarfyritøkur hava B36 sum pinkalítlan favoritt

10 altjóða veddingarfyritøkur hava odds uppá FM-finaluna, har munurin millum heimasigur og útisigur er sera lítil

 

Í dag klokkan 15 er tann stóra FM-finalan í Betrideildini millum B36 og KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn, har KÍ við javnleiki og sigri kann tryggja sær 18. meistaraheiti í søgu felagsins. B36 má vinna fyri at tryggja sær 12. meistaraheiti í søgu felagsins. 

10 altjóða veddingarfyritøkur geva odds uppá dystin millum B36 og KÍ, og tað er semja millum tær 10 veddingarfyritøkurnar, at sera lítið skilur tey bæði oddaliðini, ið bæði hava 63 stig undan seinasta umfarinum.

Oddsini uppá sigur til B36 liggja millum 2,30 og 2,43. Oddsini uppá sigur til KÍ liggja millum 2,40 og 2,60. Sostatt er tað bert heimavøllurin, ið gera B36 til ein pinkalítlan favoritt.

Oddsini hjá teimum 10 altjóða veddingarfyritøkunum uppá FM-finaluna eru hesi:

Veddingarfyritøka: B36-KÍ (1 X 2)

10Bet:    2.30 3.50 2.40

1xBet:   2.43  3.66 2.58

bet-at-home:    2.28 3.52 2.45

Betclic:    2.38 3.72 2.56

Betfair:     2.38    3.80     2.60  

Betsafe:    2.33 3.60 2.45

Betsson:    2.33 3.60 2.45

Betway:    2.38 3.60 2.50

ComeOn:    2.30 3.55 2.45

Unibet:    2.35 3.70 2.50

Gjøgnumsnitsodds:  2.35 3.63 2.49

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og B36 á FM1, og aftaná fara hann og Sjúrður H. Hoydal at práta við vinnarar og taparar, serliga FM-vinnarar, og vit hoyra eisini steypahandina.

Aftaná hetta verður sendingin "Triði Hálvleikur" við formansrundu á FM1, har vit frætta frá teimum ymisku formonnunum og forkvinnunum í Betrideildarfeløgunum. 

FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.