VW-Group, sum er ein av heimsins størstu bilkonsernum, hevur nú savnað 10 bilmerkir undir ein hatt. Í longri tíð hava samráðingar verið millum partaeigararnar í Volkswagen og Porsche í Týsklandi. Meðan Porsche seinnu árini hevur keypt størri og størri part av VW, hevur VW seinastu mánaðirnar havt ætlanir um at yvirtaka Porsche.
Nógvar gitingar hava verið frammi, og týsk bløð hava skrivað nógv um tað, tey nevna
eina av størstu ídnaðarsøgum í Týskland í nýggjari tíð. Men herfyri samdust partarnir um at savna báðar fyritøkurnar undir ein hatt við einari leiðslu.
Úrslitið er, at í dag hoyra 10 bilmerkir til VW-konsernina, tey eru VW, Audi, Seat, Skoda, Lamborghini, Bugatti, Bentley, vinnubiladeildin hjá VW, Porsche og Scania. Vinnubiladeildin hjá VW er ein sjálvstøðug deild, og Volkswagen Group er størsti partaeigari í Scania.