Eins og í Føroyum er fiskivinnan tann berandi vinnan í Grønlandi, og hóast tosað verður um aðrar vinnur, verður fiskurin helst álitið í mong ár afturat.
Eingin fiskivinnutjóð uttan fiskivinnuframsýningar, og soleiðis eisini í Grønlandi. Um vikuskiftið varð fyri fjórðu ferð skipað fyri framsýningini Polarfish í Sisimiut, sum er næststøsrti býur í Grønlandi. Býurin er sera virkin á vinnuøkinum og hevur stóra havn, har tað størsta rækjuvirkið í Grønlandi eisini er.
Framsýningin var í ítróttarhøllini í býnum, og framsýningarøkið var um 1.000 fermetrar. Tíggju føroyskir luttakarar vóru millum framsýnararnar. Níggju teirra vóru á einum felags føroyskum bási, sum Petur & Petur hevði skipað fyri. Teir níggju framsýnararnir á føroyska básinum vóru Tórshavnar Skipasmiðja, FJM, AWI Boats, MP-Teknik, North Atlantic Fish Fair, Sea Star Føroyar, Oilwind, Klaksvíkar Kommuna og Menningarstovan.
Trolvirkið Vónin, sum eigur fleiri trolvirkir í Grønlandi, hevði sín egna bás.