10 góð ráð móti vetrartunglyndi

Dagarnir styttast nú í hvørjum, og tað eru fleiri, sum stúra fyri tíðini, ið kemur. Alt fleiri fólk noyðast at taka eydnubollar, fyri at koma ígjøgnum veturin. Tíbetur er heilivágur at fáa, men áðrenn tú legst á kemisku loysnina, eru nøkur ting, tú kanst royna.

 

1. Fá so nógv ljós sum tilber. Drag gardinurnar frá, um tú ert inni, og royn annars at fara út, meðan dagsljós er.

 

2. Et sunnan og fjølbroyttan mat. Syrg fyri at fáa nóg mikið av vitaminum frá frukt og grønmeti og proteinum frá fiski og soltnum kjøti.

 

3. Rør teg. Tað hevur eina lekjandi og fyribyrgjandi ávirkan at fáa regluliga venjing. Gakk langar túrar, renn ella rør teg á annan hátt antin úti ella inni.

 

4. Royn at hugsa positivt. Ven teg at hugsa jaligt um lívið og tað, sum hendir í gerandisdegnum. Virðismet tað. Minn teg sjálva/n á, at tað kundi verið nógv verri.

 

5. Hav sex. Sex frísetur endorfinir, sum er tað evnið, ið gevur sterkastu kensluna av eydnu og ger lagið betri.

 

6. Fá góðan svøvn og syrg fyri at sova nóg mikið. Mælt verður til, at tú í øllum førum svevur sjey-otta tímar hvørja nátt.

 

7. Njót árstíðina. Nýt myrku kvøldini til hugna. Ver saman við familju ella vinum -ella fá tær eitt ítriv, sum gevur gleði.

 

8. Ljósviðgerð. Hetta er ein viðurkendur háttur at hjálpa fólki, ið eru tunglynt um veturin. Ljósviðgerð eru serligar lampur, ið hava 5000 lux og sum eru púra óskaðiligar.

 

9. Royn at ferðast eina viku í januar/februar. Hugsa um hvar sólin er og far suðureftir og fyll tær goymslurnar.

 

10. Viðurkenn tunglyndið. Um tú torir at viðganga tað, er lættari at søkja sær hjálp, forstáilsi og stuðul frá familju og vinum.

 

kelda: www.gladedagetips.dk