10 góð ráð til allar sjúklingar og avvarðandi

Hetta skalt tú hugsa um, hvørja ferð, tú hevur tørv á viðgerð í heilsuverkinum

Hvør einasti føroyingur fær onkuntíð í lívinum tørv á viðgerð og hjálp frá heilsuverkinum.

Nú hevur Landssjúkrahúsið gjørt ein lítlan faldara við 10 góðum ráðum til allar sjúklingar og avvarðandi, sum koma í samband við heilsuverkið.

 

Hetta eru góð ráð um, hvussu sjúklingur og avvarðandi sjálvi, kunnu hava ein virknan leiklut í at dygdin og trygdin í viðgerðini, eru so góð sum gjørligt.

Hesi góðu ráðini fevna bæði um at geva rættar upplýsingar um seg sjálvan, um at spyrja líka til ein skilir tað, læknar og onnur heilsustarvsfólk, siga, at kanna eftir, um heilivágurin er tann rætti og mangt annað.

 

Trýst HER og les øll tey góðu ráðini til tín sum sjúkling ella avvarðandi, tá ið tørvur er á viðgerð í heilsuverkinum.