10 kongaligar reglur Meghan nú skal fylgja

Skeljadjór, halda í hond, taka ímóti gávum og hvussu ein situr eru partur av reglunum, sum nýggjasti limurin í bretska kongafamiljuni nú skal fylgja.

Í gjár hugdi allur heimurin við, tá ið Meghan og Harry prinsur vórðu gift í Bretlandi. Í dag er amerikanska filmsstjørnan nú also partur av kongaligu familjuni í Bretlandi. Men tað er ikki bara bara at verða partur av familjuni hjá Elizabeth Drotning. Tað eru nógvar reglur tú skalt halda, sum vanlig fólk ikki hugsa um. Her eru 10 teirra. 

 

 

1 - Ikki lov at mussast

Hóast vit sóu tey kyssa hvønn annan eftir brúdleypið í gjár, so skalt tú ikki rokna við at uppliva tað ofta aftrat. Tí tað er ikki vælsæð at limir í bretsku kongafamiljuni kyssa hvønn annan ella halda í hondini á hvørjum øðrum alment.

 

 

2 - Tað er ikki loyvt at taka selfies ella skriva autografar

Tað er ikki loyvt hjá teimum at taka myndir av sær sjálvum - selfies - saman við fjepparum. Tað er heldur ikki loyvt hjá kongafamiljuni at skriva autografar, hóast tey eru kendasta familjan í heiminum.

 

 

3 - Eingin politikkur

Limir í bretsku kongafamiljuni mugu ikki atkvøða, stilla upp fyri ein politiskan flokk ella úttala seg alment um politikk.

 

 

4 - Kvinnurnar í kongafamiljuni skulu hava hat

Tá ið ávís tiltøk eru á skránni skulu kvinnurnar í bretsku kongafamiljuni hava hat á høvdinum. Men tað er bara til klokkan 18.00, og tá skal hatturin skiftast út við eina tiara. Tað eru tó bert giftu kvinnurnar í bretska kongshúsinum, sum mugu bera tiara. 

 

 

5 - Ein skalt altíð siga ja til gávur

Sum ein partur av bretsku kongafamiljuni móttekur man hvørt ár nógvar gávur. Limir í kongahúsinum skulu skulu takka ja til gávur, óansæð hvussu løgnar tær kunnu vera. 

 

 

6 - Mugu sita rætt

Tað er ikki líka mikið, hvussu kvinnurnar í kongafamiljuni sita. Tær skulu altíð sita við krossaðum beinum. Antin krossað beinini við knæi ella við øklarnar. 

 

 

7 - Kongaliga familjan skal altíð hava eitt set av svørtum klæðum

Hvørjaferð ein limur av familjuni ferðast uttanlanda, so skulu tey altíð hava eitt set av svørtum klæðum við sær. Orsøkin er, at um so er, at tey skulu í jarðarferð, so mugu tey hava klæði til høvið. 

 

 

8 - Tá Elizabeth drotning er liðug, so eru øll liðug

Elizabeth drotning er tann, sum ger av, nær døgurðin byrjar og nær hann enda. Eingin má eta áðrenn drotningin og tá hon hevur etið sín seinasta bita, so er døgurðin liðugur fyri øll.

 

 

9 - Farvæl skeljadjór

Skeljadjór sleppa ikki inn um hjá bretsku kongafamiljuni. Orsøkin er, at tað er størri vandi fyri at fáa mateitran, tá ein eitur skeljadjór. 

 

 

10 - Hvítleykur, epli, rís og pasta

Buckingham Palace serverar ikki hvítleyk, eplir, rís ella pasta. Elizabeth drotning dámar ikki hvítleyk, og tí verður tað ikki nýtt á slottinum. Elizabeth drotning hevur eisini sett forboð móti eplum, pasta og rís.