10. leikumfar í Effodeildini er av!

10. leikumfar er av! Niðanfyri er eitt yvirlit yvir dystargongdina í teimum fimm ymsu dystunum, og støðan nú 10. leikumfar er av.

 

Klokkan 14.45:

FC Suðuroy – NSÍ 0-2 (0-1)

Dómari: Rói Jacobsen

90. min. Liðugt! NSÍ hevur vunnið á FC Suðuroy í Vági.

85. min: 0-2! NSÍ fangaði bóltin í uppspælinum hjá FC Suðuroy og gjørdi skjótt av. Jann Martin Mortensen hevur økt fyri gestirnar, eftir at Árni Frederiksberg fann hann.

80. min: Reytt kort til FC Suðuroy! FC Suðuroy hevur mist ein mann, sum hevur fingið tvey gul kort. Sostatt er brekkan hjá heimaliðnum vorðin uppaftur brattari.

60. min: FC Suðuroy hevur lagt eitt øgiligt trýst á gestirnar fyrstu løtuna eftir steðgin.

49. min: Bólturin er farin aftur á rull í Vági og NSÍ er framvegis á odda í dystinum, har bæði liðini spæla nógv við langum bóltum.

45. min: Hálvleikur! NSÍ, sum hevur spælt í móti vindinum allan fyrra hálvleik, hevur havt takið og er eisini uppiborið á odda.

43. min: 0-1! NSÍ hevur lagt seg á odda. Dómarin metti, at Andrass Frederiksberg varð koyrdur um koll ólógliga, hóast fleiri heimamenn vóru ósamdir í hesum. Klæmint Olsen tók sær av brotssparkinum og umsetti trygt til mál!

40. min: NSÍ stýrir dystinum, men suðuroyingar stríðast og sparas seg ikki í nærdystunum.

35. min: Tað er framvegis málleyst í dystinum, har NSÍ kanska hevur takið og spælir móti vindinum.

10. min. Málleyst eftir at tíggju minuttir eru spældir. Mesta av spælinum gongur fyri seg á miðvøllinum. Eingin nevniverdur kjansur hevur verið enn.

 

FC Suðuroy:

NSÍ: Kristian Joensen – Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Pál Mohr Joensen, Sjúrður Jacobsen – Andrass Frederiksberg, Árni Frederiksberg, Ari Ó. Ellingsgaard, Óli Arge – Klæmint A. Olsen, Magnus Olsen.

 

---

 

Klokkan 15.00:

 

B68 – Víkingur 1-1 (0-0)

Dómari: Ransin Djurhuus

90. min: Liðugt! Tað leikaði hart á móti dystarenda, men tað endaði altso við javnleiki 1-1!

89. min: So fekk Víkingur bóltin í netið, men dómarin bríkslaði fyri rangstøðu!

88. min: Kaj Leo í Bartalsstovu gjørdist púra leysur beint frammanfyri málinum, men úr tveimum metrum eydnaðist tað honum onkursvegna at skjóta bóltin framvið málinum.

80. min. 1-1! Lasse Qvist hevur javnað fyri Víking. Við einum heldur hepnum vinstrabeins skoti eydnaðist tað danska áleyparanum hjá Víkingi at javna.

53. min: 1-0! Jónleif Højgaard hevur skorað fyri B68 við fínum skoti, eftir at bólturin datt fyri føtur hansara í samband við deyðbóltsstøðu.

45. min: Hálvleikur! Einki mál er komið í fyrra hálvleiki, hóast kjansir hava verið til tess.

39. min: Heimaliðið leggur eitt øgiligt trýst á Víking eina løtu, og Víkingur hevur úr at gera við at rudda burtur úr verjustøðu.

30. min. Enn er einki mál komið á Toftum.

7. min. Víkingur er ógvuliga nærvið at leggja seg á odda, tá Atli Gregersen stútar á stongina!

 

---

 

HB – KÍ 5-0 (3-0)

Dómari: Eiler Rasmussen

90. min: Liðugt! HB vann stórt og høvuðsstaðarfelagið gjørdist stóri sigursharrin í gamla klassikaranum.

80. min: Reytt kort til Fróða Benjaminsen hjá HB. Dómarin metti, at Fróði royndi at filma seg til eitt brotsspark og revsaði hetta við gulum korti. Fróði hevði frammanundan fingið eitt gult kort, so liðformaðurin hjá HB noyddist av vøllinum.

79. min. 5-0! So skrædnaði fullkomiliga hjá KÍ. Kristian R. Mouritsen hevur økt um leiðsluna við frálíkum innarusíðu skoti úr 20 metrum, sum sat heilt uppi í málhorninum.

67. min: Leikferðin er lækkað nakað. KÍ hevur trupult við at spæla seg í gjøgnum verjuna hjá HB, sum hevur sett ferðina nakað niður.

51. min. 4-0! KÍ fekk annars eina fína byrjan upp á seinna hálvleik, men HB fangaði gestirnar í uppspælinum. Símun Samuelsen streyk avstað framvið Álvi Christiansen, rann alla KÍ-hálvuna og setti bóltin trygt í netið.

45. min: Hálvleikur! HB er greitt oman á, hóast KÍ als ikki er avsett í dystinum higartil.

40. min: Jógvan Skeel Nolsøe gjørdist púra leysur, men vinkulin gjørdist nakað spískur og málverjin Gango loftaði bóltinum, sum 20 ára gamli áleyparin royndi at lyfta upp um hann.

36. min: Loksins brýtur KÍ ígjøgnum. Filip Djordjevic spælir Páll Klettskarð púra leysan, men hann er rangstaddur. HB hevur framvegis munin í spælinum og hevur tamarhald á tryggu leiðsluni.

28. min: 3-0! Rógvi Holm stútar í netið eftir hornasparksinnlegg frá Kristian R. Mouritsen.

15. min: 2-0! Jógvan Skeel Nolsøe skorar eftir at verða spældur púra leysur av Kristian R. Mouritsen.

14. min: 1-0! Brotsspark. Símun Samuelsen varð feldur av Sørmund Kalsø, og Fróði Benjaminsen umsetti til mál.

6. min. Frálík fótbóltslíkindi í Gundadali. Bæði liðini royna at fáa tamarhald á spælinum, har eingin sparir seg í nærdystunum.

 

HB: Teitur Gestson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex Jose dos Santos – Kristian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen – Andrew av Fløtum, Jógvan Skeel Nolsøe.

KÍ: Andras Gango – Álvur Christiansen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen, Ísak Simonsen – Bárður Heinesen, Heðin á Lakjuni, Filip Djordjevic, Hjalgrím Elttør, Andy Olsen – Páll Klettskarð.

 

---

 

ÍF – B36 1-1 (0-1)

Dómari: Petur Reinert

90. min: Liðugt! Tað endaði við javnleiki í Fuglafirði! B36 royndi at trýsta móti dystarenda, men hevði sum heild í seinna hálvleiki sera trupult við at skapa kjansir.

79. min: 1-1! Clayton Soares hevur javnað fyri ÍF. Høgni Madsen royndi seg við dundurskoti, sum málverjin hjá B36 hálvbjargaði. Vandamikli brasiliumaðurin var kvikur á bóltinum og javnaði.

65. min: Síðani útvísingina av Bartali Eliasen er ÍF komið betri við í dystin, sum framvegis er púra opin.

47. min: Reytt kort til Bartal Eliasen hjá ÍF! Sterki fuglfirðingurin hevur sæð gult fyri aðru ferð í dag og er tískil vístur av vøllinum. Fyrsta gula kortið fekk hann tíðliga í fyrra hálvleiki fyri fríspark fram í móti Lukasz Cieslewiecz, og seini hálvleikur var ikki nógvar minuttir gamal, tá hann gjørdi enn eitt fríspark, sum dómarin metti til gult kort.

45. min: Hálvleikur! B36 er á odda við einum máli.

40. min. 0-1! B36 hevur skorað! Bartal Eliasen vinnur bóltin til Clayton Soares í samband við deyðbóltsstøðu. Skotið frá áleyparanum verður bjargað á strikuni og so skorar B36 í hinum endanum. Lukasz Cieslewiecz setti fleiri mans av á vegnum, áðrenn hann spældi Bárð Olsen, sum hegnisliga setti bóltin í netið.

20. min: Tað er framvegis málleyst í Fuglafirði. Bæði liðini hava havt hvør sín stóra møguleika. Bárður Olsen skeyt væl upp um í góðari støðu, og ÍF hevði møguleika at prika bóltin inn í fleiri umførum eftir trunkaspæl frammanfyri málið, men inn vildi bólturin ikki.

10. min: Liðini royna at lúra hvønn annan av, men eingin upplagdur málmøguleiki hevur verið.

 

 

---

 

TB – EB/Streymur 0-3 (0-0)

Dómari: Dagfinn Forná

90. min: Liðugt! EB/Streymur vann at enda rættiliga sannførandi á TB, sum fyri fyrstu í ár hevur tapt á nýggja graslíkinum við Stórá í Trongisvági.

90. min: 0-3! Leif Niclasen er í hopla. Leif byrjaði álopið, fann Arnbjørn Hansen og eftir eitt sindur av trunkaspæli var tað Hans Pauli Samuelsen, sum fann Leif Niclasen, sum fylgdi upp upp á álopið, hann sjálvur byrjaði og skoraði fyri triðju ferð!

88. min. 0-2! Leif Niclasen hevur økt fyri EB/Streym. Arnar Dam fann norðskálamannin, sum takkaði fyri og skoraði fyri aðru ferð í hesum dystinum.

85. min: 0-1! EB/Streymur hevur lagt seg á odda. Leif Niclasen fekk bóltin í góðari støðu og smekkaði bóltin í kassan, so gestirnir eru á odda í Trongisvági!

65. min. Tað leikar framvegis javnt á í Trongisvági, har verjurnar báðar hava sett dyrnar á glopp, so fleiri góðir møguleikar hava verið.

50. min: Bojan royndi seg úr spískum fyri TB, men skotið fór beint framvið málinum.

45. min: Hálvleikur! Tað hevur leikað hampiliga javnt á, men TB hevur helst havt vandameiru kjansirnar.

40. min: Framvegis er tað málleyst í Trongisvági.

20. min: TB hevur roynt at trýst EB/Streym seinastu løtuna, meðan EB/Streymur svarar aftur við kontraálopum, men eingin stórur møguleiki hevur verið enn.

9. min: Sorin Anghel er skiftur út við skaða og inn er komin Pauli G. Hansen. Framvegis er málleyst í Trongisvági.

 

 

---

 

Støðan eftir 10. leikumfar:

1. EB/Streymur 21

2. Víkingur 20

3. HB 18

4. ÍF 17

5. KÍ 15

6. B36 14

7. TB 12

8. NSÍ 10

9. B68 10

10. FC Suðuroy 2