10 milliónir meira til býráðsfyristing í Havn

Útreiðslurnar til kommunalu fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu vaksa 11,7% næsta ár sambært fíggjarætlanini fyri Tórshavnar kommunu 2019

Útreiðslurnar til kommunalu fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu vaksa 11,7% næsta ár sambært fíggjarætlanini fyri Tórshavnar kommunu 2019

 

Á býráðfundinum í Havn í annaðkvøld er fíggjarætlanin fyri næsta ár eisini til viðgerðar. Í fíggjarætlanin, sum varð løgd fyri seinasta býráðsfund, eru samlaðu inntøkurnar mettar at vera 999 milliónir krónur í mun til 951 milliónir krónur í 2018. Hettar svarar til ein vøkstur á 5,1 prosent.

 

Ein útreisðlupostur, sum serliga loypir í eyguni, um tú hyggur ígjøgnum uppskotið, er, at jattanin til kommunala fyrisiting økist við 9,6 milliónum krónum – ella 11,7 prosentum.

 

Í ætlanini sæst, at ein partur av økinini stendst av, at Heilsu- og umsorganarfyrisitingin er flutt frá §2 til §1. Hetta eru 3,9 milliónir krónur av útreiðsluvøkstrinum. Uttan hesa flyting var økingin 7,0 prosent.

 

Sambært ætlanini stendst økingin eisini av at peningur er settur av til løgtings- og fólkatingsval í 2019, umframt øking í virkseminum á teknisku fyrisiting.

 

Fortreytirnar fyri uppskotinum til fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu eru, at eingin skattalætti verður latin. Skrivað stendur í uppskotinum, at skattaprosentið verður verandi á sama støði, barnafrádrátturin verður á sama støði, 8.000 krónur.