Í juli 2019 skulu 10 nýggj sethús eftir ætlan verða reist á Kambsdali. Tað er felagið Brigadahús, ið stendur aftanfyri hesa verkætlan.
Húsini verða bygd í Letlandi og koma til Føroya í fleiri modulum fyri so at verða sett saman í Føroyum. Tey verða av timbri og eru bygd eftir ES-lógum um húsabygging, sum eisini uppfylla føroysku lóggávuna um húsabygging.
Avtala er komin í lag millum Brigadahús og Fuglafjarðar Kommunu, og tíggju grundstykki á Kambsdali eru nú keypt til verkætlanina.
- Eg setti sjálvur búgv í Kambsdali í 1986, og har er næstan einki hús komið síðani. Hetta er ein av orsøkunum til, at eg havi valt at byrja verkætlanina á Kambsdali, tí eg vil gjarna síggja bygdina vaksa, sigur Beinir Nolsøe Olsen, stovnari av Brigadahús.
Sethúsaætlanin hjá Brigadahús skal fevna um allar Føroyar og byrjað verður í Kambsdali.
- Hendan verkætlanin verður galdandi fyri allar Føroyar. Tað eru nógv, sum eiga grundstykki og ynskja at fáa eini hús á, so møguleiki er eisini at bíleggja hús til tað gjøgnum okkum, sigur Beinir Nolsøe Olsen.
Á heimasíðuni hjá Brigadahús stendur meira um sethúsaætlanina hjá Brigadahús.