10 neyðsendarakfør, ein politibilur og ein sjúkrabilur

Frá januar til apríl í ár eru 12 nýggj neyðsendarakfør skrásett á Akstovuni, samanborið við teir fyrstu fýra mánaðirnar í fjør. Tað er ein vøkstur upp á heili 500 prosent.

 

In.fo hevur kagað nærr í tølini frá Akstovuni viðvíkjandi neyðsendarakførum, sum eru bilar, sum verða fluttir inn uttan at kalla avgjøld og tí eru munandi bíligari enn onnur akfør.

 

Neyðsendarakfar er undantikin virðisavgjaldi, og neyðsendarakfar undir 3.500kg er eisini undantikið CO2 avgjald. Eitt neyðsendarakfar kann bert verða skrásett við heimild í §§ 2 og 3, í kunngerð nr. 60 frá 2. august 1979 um neyðsendarkoyring.

 

Verður neyðsendarakfar skrásett til privata nýtslu, áðrenn 36 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini sum neyðsendarakfar ella líkvognur, verður virðisavgjaldið og CO2-avgjaldið goldið, sbrt. §§ 3 ella 4 og § 9, stk. 1, nr. 2), lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 36 mánaðunum.

 

Hóast tað ikki ber til at fáa upplýst, hvør tað er, ið hevur keypt tey 10 neyðsendarakførini, so sæst í tølunum, at talan er um ein politibil og ein sjúkrabil. Tað sæst eisini, at talan er um tveir brandbilar av slagnum Rosenbauer Panther, sum eru keyptir til flogvøllinum í Vágum.

 

Hini neyðsendarakvørini, sum eru innflutt fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár, eru:

 

1 HONDA CR-V

1 FORD TRANSIT CUSTOM
1 MITSUBISHI ASX

1 MITSUBISHI OUTLANDER

2 MITSUBISHI PAJERO

2 ROSENBAUER PANTHER

1 TOYOTA LANDCRUISER

1 TOYOTA RAV4

 

Politibilurin, sum er innfluttur í ár, er ein Mercedes-Benz B 180, og sjúkrabilurin, sum er innfluttur í ár ein Mercedes-Benz Vito