Í februar 2009 vóru slakir 25.000 løntakarar, hetta eru 870 færri enn í februar í 2008. Í februar í ár vóru løntakararnir næstan 900 færri enn sama tíðatskeið í fjør. Tá vóru løntakararnir um 25.800 í tali, og í februar í ár vóru teir slakir 24.900.
Løntakararnir eru fækkaðir 7 mánaðar á rað og eru tað nú 3,4% færri løntakarar samanlagt. Í byggivinnuni og fiskivinnuni er afturgongdin sløk 10%.
Eisini afturgongd í privatu tænastuvinnuni
Løntakararnir í privatum tænastuvinnum fjølgaðist frá 2006 til 2008, men vøksturin hasaði av út á árið í 2008. Bæði í januar og februar í ár eru færri løntakararar í privatu tænastuvinnunum, enn somu mánaðar í fjør, og í februar vóru teir um 250 færri, sum er ein minking upp á 3%, skrivar Hagstovan.