10 ár síðani danska leigusveinin

At summir politikarar eru lit­fagrari, enn aðrir, er so mang­an sjón fyri søgn. Ein teirra, sum onk­un­tíð hev­ur ver­ið í so lit­fag­ur, er tjóð­veld­is­poli­t­ik­ar­in, sum nú hev­ur boðað frá, at hann gevst í politikki til kom­andi val, Tórbjørn Jac­ob­sen.

Fyri júst 10 tíggju árum síð­ani borðreiddi Sosialurin við Tórbjørn Jacobsen, ment­a­mál­a­ráð­harra, á forsíðini, har hann skírdi An­finn Kalls­berg, løg­mann at vera ein dansk­an leigusvein.

Ill­sinnislepsið hjá Tór­bjørn Jac­ob­sen kom, eftir at løg­maður hevði biðið hann tik­ið aft­ur rund­skriv, har hann hevði giv­ið skúl­u­num frí 1. mai í staðin fyri grund­lóg­ar­dagin.
Men tað var eft­ir­spæl­ið av orr­u­st­uni, sum vit á red­ak­t­i­ón­ini minnast best. Tá vit bóðu løg­mann um við­merk­ing, fór alt mask­inarí­ið í­ gongd. Tór­bjørn Jac­ob­sen varð sendur út á red­ak­tión­ina hjá okkum á Argjum, har hann læs greinina - og vátt­aði, at hann hevði sagt alt tað, hann varð endurgivin fyri at siga.

Men tað hóvaði ikki leiðsl­uni í flokki hansara. Høgni Hoy­dal ringdi fleiri ferðir til fleir­i okkara og júkaði okkum um at steðga útgávuni av blað­num. Men tað bar ikki til – og blað­­ið var farið til prent­ing­ar. Endin var so tann, at eitt tíð­ind­a­skriv kom frá Tór­bjørn Jacobsen – sent um­veg­is telefaxið hjá Høgna Hoy­dal, har hann avsannaði alt, hann varð endurgivin fyri at siga. Alt var íspinn hjá Sos­i­al­i­num, segði hann:

»Undirritaði hevur ong­an­tíð brúkt hetta orð­ið um løg­mann og kundi ei­held­ur nakr­an­tíð funn­ið upp á tað. Har­um­framt eru í grein­ini ein røð av øðrum við­ur­skift­um og á­kær­um mót­veg­is løg­manni, sum eg eri sit­er­að­ur fyri. Undirritaði vil her­við treyt­a­leyst avsanna øll út­tal­ils­ir í greinini, sum snúgva seg um løgmann.«

Tíbetur hevði blað­mað­ur­in band­að sam­røð­una. Sjón­varp­ið spurdi kvøldið eftir Tór­bjørn, um tað veruliga var ein lyg­i­søga, sum Sosialinum borð­reiddi við. Tað váttaði ment­a­mál­a­ráð­har­r­in. Síð­ani spældi sjón­varp­ið bandupptøkuna – og Tórbjørn stóð sum hevði hann bit­ið í lort – av­dúk­að­ur fyri at lúgva al­ment fyri opn­um skíggja.

Seinni hevur Tórbjørn Jac­ob­sen sagt, at tíðindaskrivið, hann sendi, varð skrivað upp á nakk­an á hon­um fyri at bjarga sam­­gong­uni.