10. árið á rað

Mikudagin fer súkklukappingin Statoil Kring Føroyar av bakkastokki. 23 súkklarar úr Føroyum, Danmark og Íslandi verða við

Aftur í ár fara súkklarar at kappast í føroyska fjallalendinum. Hetta er ikki beinleiðis nøkur Tour de France, men tó ein stór avbjóðing fyri føroyskar súkklarar.
Vinnarin frá í fjør Niels Jacob Thomsen, hálvur føroyingur búsitandi niðri í Danmark, verður tíverri ikki við í ár. Honum barst frá at vera við í ár.
Av favorittum kunnu vit nevna Gunnar Dahl-Olsen og Boga Kristiansen úr Føroyum. Teir eru báðir komnir nakað væl upp í árini, men teir hava neyðugu royndirnar at gera seg galdandi. Ein ungur maður sum Eli Christiansen stendur seg betri og betri fyri hvørt ár, og hann fer óivað at nærkast teimum tungu dreingjunum.
Tveir sterkir íslendskir súkklarar eru við aftur í ár, og tríggir av dønunum kunnu eisini vænast at vera við í oddinum.

Sama tíðarætlan
Tey seinastu mongu árini hevur kappingin verið skipað eftir sama leisti. Byrjað verður við einum prologi í Klaksvík, síðani verður súkklað í Eysturoynni, áðrenn farið verður til Sands til ein einkultstart. Leygardagin verður súkklað í Suðuroynni, og endabresturin er sum vant í Havn.
Statoil er aftur høvuðsstuðul, og allar kappingarnar byrjað og enda við eina Statoil-støð.
Umframt ta bláu føraratroyggjuna er eisini ein hvít fjallatroyggja. Hana hevur tann súkklarin, ið klárar seg best í fjallaspurtunum.

Ov fáir luttakarar
Tað er Tórshavnar Súkklufelag, ið skipar fyri kappingini, og teir hava roynt av øllum alvi at fáa fleiri luttakarar úr Danmark.
- Vit gjørt eitt miðvíst arbeiði at fáa fleiri súkklarar úr Danmark, men tað hevur ikki givið úrslit. Vit hava havt samband við eina danska ferðaskrivstovu og hava fingið eitt tilboð uppá súkkluferðir til Føroyar, men vit hava bert fingið tríggjar danir við í kappingina hesuferð, sigur Kjartan Egholm, ið hevur ábyrgdina av kappingini í ár.