Fimm av heimsins best løntu fótbóltsleikarunum spæla í bestu fótbóltsdeildini í Kina.
Og fáa nevndirnar í teimum kinesisku fótbóltsfeløgunum sín vilja, so verða tað enn fleiri av heimsins bestu fótbóltsleikarum, sum fara at velja eina yrkisleið í Kina, har teir kunnu forvinna ófatuliga nógvan pening.
Enska blaðið "The Sun" hevur gjørt eitt yvirlit yvir 10 teir best løntu fótbóltsspælararnar í heiminum. Á odda er argentinski áleyparin, Carlos Tevez, sum hevur skift argentinska Boca Juniors út við Shanghai Shenhua.
Norska TV2 hevur roknað upphæddirnar um til norskar krónur. Og sær yvirlitið soleiðis út í norskum krónum. Ein norsk króna er 82 oyru í okkara peningi. So nógv forvinna heimsins 10 fremstu í løn um vikuna :
1. Carlos Tevez (Shanghai Shenhua): 6,53 mill. kr
2. Cristiano Ronaldo (Real Madrid): 4,51 mill. kr
3. Ezequiel Lavezzi (Habei Chine Fortune): 4,25 mill. kr
3. Oscar (Shanghai SIPG): 4,25 mill. kr
5. Lionel Messi (Barcelona): 3,85 mill. kr
6. Gareth Bale (Real Madrid): 3,68 mill. kr
7. Hulk (Shanghai SIPG): 3,40 mill. kr
8. Axel Witsel (Tianjin Quanjian): 3,12 mill. kr
9. Paul Pogba (Manchester United): 3,08 mill. kr
10: Neymar (Barcelona): 2,78 mill. kr
10. Luis Suárez (Barcelona): 2,78 mill. kr