100 bilar í kø við Streymin

Kavin hevur darvað ferðsluni illa í dag. Í løtunu stendur long røð av bilum og bíðar við Streymin í Eysturoy.

Kavin hevur darvað ferðsluni illa í dag. Í løtunu stendur long røð av bilum og bíðar við Streymin í Eysturoy.

 

Fólk á staðnum siga, at einir hundrað bilar standa á vegnum oman frá tunlinum. Røðin er heilt oman til Magn-støðini við Streymin, og onkur trailari stendur á brúnni um Streymin og bíðar. Inni á økinum hjá Magnstøðini er eisini við at fyllast við bilum.

 

Hildið verður, at ein trailari ella onkur annar stórur bilur er komin illa fyri longri uppi á tunnilsvegnum, og at tað darvar ferðsluni. Ferðslan báðar vegir stendur still í løtuni.