100 ferðir takk fyri, segði Anna Maria Mikkelsen, ella Mia á Støðini, sum hon verður rópt, tá Jóannes Eidesgaard løgmaður heilsaði upp á hana og ynskti henni tillukku við 100 ára føðingardegin.
Umleið 500 fólk vóru til føðingardagin, sum varð hildin í Filadelfia við Gøtugjógv. Umframt bygdarfólk, familju og kenningar vóru eisini umboð fyri fleiri almennar stovnar. Av teimum hildi hesi talu: Jóannes Eidesgaard. løgmaður, Hans Pauli Strøm. landsstýrismaður, og Petra Jónsdóttir, stjóri á Almannastovuni. Eisini vóru fleiri onnur sum hildu talu.
Anna Maria var sera væl nøgd og takksom fyri dagin. Alt eydaðist væl og veðrið var av tí besta. Mia er ikki tann einasti í familjuni sum hevur fylt hundrað ár. 19. 1977 fylti mamma hennara, Jóhanna, eisini hundrað.