100 mió. til seismiskar kanningar

So mikið stórar vónir hevur oljufelagið Chevron til Atlantsmóti og harvið eisini Føroyaøkið, at tað í summar setti í gongd eina ta mest kostnaðarmiklu og framkomnu seismisku kanning nakran tíð á landgrunninum. Hon er mett at kosta einar 100 mio. kr. og skal fevna um øll sjey loyvini, sum felagið hevur á Atlantsmótinum, harav eitt loyvi er við Føroyar .

Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Ein av heimsins oljurisum, amerikanska oljufelagið ChevronTexaco er nú av álvara farið at fyrireika seg til at bora sín fyrsta brunn á føroyska landgrunninum nakrantíð. Í summar hevur felagið skipað fyri seismiskum kanningum á sínum loyvum í føroyska økinum, um somu tíð sum seismiskar kanningar eru gjørdar á loyvunum hinumegin markið, eitt nú á Rosebankfundinum. Nú um dagarnar vitjaðu tvey umboð fyri Chevron Oljufyrisitingina, har tey greiddu frá fyribils úrslitinum av seinastu kanningunum og gjørdu status yvir teirra virksemi á landgrunninum. Eisini vóru stig tikin til at lata upp skrivstovu í Havn.

Seamus Reilly stendur á odda fyri arbeiðinum hjá Chevron á Atlantsmótinum tvs. bæði føroyska landgrunninum og øllum tí stóra økinum vestan fyri Hetland. Hann er íri og hevur arbeitt í oljuvinnuni seinastu 20 árini, meginpartin av tíðini fyri Chevron. Aftrat honum var eisini Martin Kirkham við í Føroyum. Hann er skattaráðgevi hjá felagnum.

-Vit hava gjørt okkum stóran ómak við at fáa til vega og brúka ta mest nútímans og mest framkomnu tøknina innan 2 D seismikk og hava skotið seismikk á føroyska og hetlendska landgrunnunum á tilsamans sjey loyvum hjá felagnum, seks á bretskum øki og so tað eina á føroyaleiðini vísir Seamus Reilly á. Her arbeiðir Chevron saman við nógvum øðrum feløgum, eitt nú OMV, DONG, Mærsk, Statoil, Føroya Kolvetni og Talisman. Tað er Western Geco, sum hevur staðið fyri seismisku kanningunum.

Chevron hevur so brúkt tænastur frá Atlantsflog, meðan teir hava arbeitt í føroyskum øki í summar. Vit eru sera væl nøgdir við tað arbeiði, sum fólkini hjá Atlantsflogi hava gjørt fyri okkum. Hetta hevur verið professionelt og hava okkara fólk kent seg sera væl og trygg í hondunum hjá føroyska flogfelagnum sigur Seamus Reilly og sipar her til teir mongu túrarnar, sum tyrlurnar hjá Atlantsflogi hava gjørt millum seismikkskipini og flogvøllin í Vágum. Chevron fer at leggja seg eftir at brúka føroyskar vørur og tænastur í framtíðini .

Írski Chevronstjórin er eisini sera væl nøgdur við fund teirra við leiðaran á Oljufyrisitingini, Sigurð í Jákupsstovu. Eg haldi eisini, at hann var nøgdur við fundin, nú vit hava livað upp til okkara forpliktilsi á landgrunninum, har vit longu eftir góðum sjey mánaðum hava gjørt tær kanningar, sum vórðu avtalaðar at gera innan fyri eitt tvey ára tíðarskeið.

Uppá fyrispurning hví teir hava skundað sær við hesum kanningum sigur Seamus Reilly, at tað hevur týdning fyri teir at fáa sum mest av upplýsingum um alt økið (báðumegin markið, blaðm.), nú teir hava gjørt eitt fund á Rosebankleiðini í bretskum øki og skulu til at bora avmarkingarbrunnar næsta summar. Boripallurin Transocean Rather skal bora hesar brunnar í næsta ársfjórðingi í 2006.

Bora í Føroyum í 2007!
Vit spurdu Seamus Reilly, nær teir fara at bora á føroyskum øki. Hann sigur, at tað er torført at siga nakað um føroysku undirgrundina nú. Fyrst mugu teir tulka allan seismikkin lidnan. Tað arbeiði er í gongd. Teir verða so eisini nógv upptiknir av at bora teri tríggjar brunnarnar á Rosebank feltinum hinumegin markið næsta summar. Vitanin teir fáa frá teimum brunnunum kann so eisini verða hent, tá farið verður undir miðvísar boriætlanir á Føroyaøkinum. -Vit hava stórar vónir til okkara loyvi á føroyska landgrunninunum, men vit mugu tulka seismikkin og eisini síggja úrslitið av brunnunum hinumegin markið, áðrenn vit kunnu siga nakað um, nær vit bora okkara fyrsta brunn við Føroyar. At vit hava brúkt so nógva orku og gjørt arbeiði so skjótt bæði hvat seismikkinum á Føroyaøkinum og stóru boriætlanini á Rosebankfundinum er so ein ábending um, hvat vit hugsa. Umboð fyri Chevron hava annars áður sagt við Sosialin, at tað er ikki óhugsandi, at tey fara at bora við Føroyar í 2007.

Seamus Reilly heldur fram: -Vit síggja hetta økið tvs. loyvini á bretska og føroyska landgrunninum sum eitt og sama jarðfrøðiliga øki. Landamørk og undirgrundarmørk eru sett av fólki. Men hesi mørk eru als ikki jarðfrøðilig. Chevron er eisini partur av einum øðrum fundi við markið, sum liggur nakað syðri enn Rosebank. Talan er um Cambo, sum enn hevur loynistatus. Men keldur í oljuverðini vilja vera við, at talan er um eina lønandi oljukeldu. Seamus viðgongur, at tey hava brúkt upplýsingar frá Cambo til kanningarnar á Rosebankfundinum.

Ein orsøkin til at Chevron søkti um lovyi beint hinumegin markið á føroyskum øki var tann, at teir halda seg síggja strukturar í undirgrundini, sum líkjast tí teir hava sæð og funnið olju í á bretskum øki (Rosebank, blaðm.). Loyvið vit hava fingið tillutað frá føroyskum myndugleikum og sum liggur stutt frá okkara fundi í bretskum øki, sær sera áhugavert út og minnir ikki sørt um Rosebank. Tí eru vit sera spentir at fara í gongd við at tulka seismikkin, ið vit hava skotið í summar. Hetta hevur verið ein sera kostnaðarmikil kanning. Hon hevur kostað 16 mill. dollarar ella góðar 100 mill. kr. og hetta verður mett at vera sera nógv fyri eina seismiska kanning av hesum slag. Tað at man hevur gjørt eitt fund í økinum, Rosebank, ger tað nógv lættari at sannføra leiðsluna í felagnum at brúka so nógvar pengar uppá seismikk í einum øki, sum liggur nærhendis leggur hann aftrat.

Frá Foinaven til Rosebank
Boraðir eru kanska 170 brunnar á Atlantsmótinum seinastu 30 árini. Tá so BP fyrsti í 90-unum fann oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion broytti tað alt. Tá kom fokus á, og fleiri feløg fóru at vísa økinum ans. Somu effekt ella ávirkan kann Rosebankfundið nú fáa. Hetta fund kann vera júst tað, sum skuldi til fyri at fáa oljufeløg at vísa Atlantsmótinum ans aftur og her eisini einum nýggjum parti av hesum risastóra økinum, tí partinum, sum liggur longur norðari.

-Tess meira vitan vit fáa tess minni verður váðin, og tí vóna vit við avmarkingarbrunnunum rundan um Rosebank at verða nógv betri brynjað til framtíðar uppgávur og leiting í økinum og teimum loyvum vit eru í. Og tey eru ikki fá sigur Seamus Reilly og heldur fram:

-Vit síggja nógvar áhugaverdar strukturar í fleiri av loyvinum vit hava framvið markið, men hetta eru framvegis øki við sera stórum váða. Tess longur norður vit koma tess meira ókend eru hesi øki , tí her eru fáir ella eingir brunnar boraðir. Sum heild er Atlantsmótið eitt nýtt og ókent umráði, hóast nógv ir brunnar eru boraðir serstakliga har suðuri. Men skulu vit finna nakað, so má onkur ganga undan. Tað hevur Chevron so sett sær fyri, og tí er tað partur av okkara strategi at brúka nógvar pengar til at kanna hesi øki í framtíðini.

-Vit eru sera sera positivir um Rosebankfundið. Og tað at vit bora heilar tríggjar avmarkingarbrunnar í einum merkir, at vit eru bjartskygnir um hetta fundið og vilja sleppa at byggja tað út sum skjótast. Atlantsmótið er eitt av teimum leitiøkjunum í øllum heiminum, sum Chevron leggur størst dent á. Tað er eitt av lyklaøkjunum, sum serfrøðingar og oddafólk okkara á skrivstovunum í California og Houston hyggja neyvt eftir.

Chevron dregur onnur við sær
Tað er annars áhugavert at bíta merki í, at rættiliga ókend feløg um okkara leiðir, royna at knýta seg í loyvini, sum Chevron er fyristøðufelag fyri. Tað er líkasum, at tey hava álit á tað arbeiði, sum Chevron hevur gjørt og tí eru tey ikki bangin fyri at "farma" inn tvs. keypa seg inn í loyvi hjá Chevron. Eitt tílíkt felag er danska Mærsk Olie og Gas. Hetta er ein gamal kenningur á Føroyaøkinum men tó bert í byrjanini av leitiævintýrinum. Mærsk tók seg eftir eina tíð heilt úr øllum hesum økinum fyri so at vísa seg aftur við fullari styrki nógv ár seinni. Fyrr í ár gjørdi felagið av at keypa seg inn í eitt loyvi hjá Chevron beint við markið, og í seinastu útbjóðingini í bretskum øki hevur Mærsk fingið tillutað fleiri áhugaverd loyvi eisini beint við føroyska markið. So okkurt er, sum bendir á, at hetta annars varna danska oljufelagið, nú av álvara er farið at vísa Atlantsmótinum ans. Og neyvan er tað skeivt at gita, at ein orsøkin til hetta eru stóru fyrireikingarnar og kanningarnar hjá Chevron. Á ein hátt kann man tí siga, at Chevron við at trúgva uppá og halda seg fast umsína strategi á Atlantsmótinum er við til at hála fleiri onnur oljufeløg við sær. Og hetta er sjálvandi nakað, sum kann gagna leitingini við Føroyar og longu hevur gjørt tað.

Samstarv millum Chevron og Statoil í bretskum øki hevur eisini borið frukt, soleiðis at hesi bæði feløgini nú eru drívmegin á okkara landgrunni. Eisini hevur hetta samstarv drigið við stóra eysturtýska oljufelagið OMV. Og spurningurin er bara, hvørji feløg aftrat, sum Chevron og Statoil fara at draga inn á føroyaøkið. Kanska tað næsta verður Mærsk. Seamus Reilly vil helst ikki gera viðmerkingar um onnur oljufeløg, men hann er fegin um, at eitt felag sum Mærsk eisini vísir Atlantsmótinum ans. Tað kann bara vera ein styrki fyri gongdina.

Statoil og Chevron
Nú Satoil varð so heppið ella so mikið framsíggið at keypa seg inn í loyvið hjá Chevron, beint áðrenn Rosebankfundurin varð gjørdur spurdu vit Seamus, hvat hann heldur um hetta stigið hjá Statoil?

-Eg gangi út frá, at teir hava gjørt sítt heimaarbeiði og kunnað seg væl um økið, áðrenn teir farmaðu inn. Í dag kunnu vit siga, at hetta var eitt skilagott stig teir tóku. Vit eru sera fegnir um at hava Statoil sum partnarar.

ChevronTexaco var annars tað fyrsta felagið, sum í heila takið boraði á bretskum øki og felagið er eisini sera virkið í danska partinum av Norðsjónum. So søguliga sæð hevur felagið djúpar røtur í hesum partinum av verðini, og tí er ikki rætt heldur at tosa um Chevron sum eitt amerikanskt felag. Vit eru eitt europeiskt skrásett felag, og nógvir av okkara serfrøðingum eru úr europeiskum londum sigur ein avgjørdur Seamus Reilly.




Írland og Føroyar

Eftir at hava verið í altjóða oljuvinnu í 20 ár veit Seamus Reilly, at tú brúkar royndir og úrslit frá einum leitiøki til kanningar í einum øðrum. So er eisini við Føroyum. Sjálvur arbeiddi hann í New Oreleans í seks ár og veit at siga, at Chevron hevur brúkt vitan og tøkni frá sínum seismiskum kanningum gjøgnum saltløg í Meksikanska Flógvanum í sínum arbeiði við Føroyar eisini. Seamus , sum sjálvur er úr Dublin, veit eisini alt um, hvat tað hevur at siga at hava tol í oljuleiting. Írland hevur í mong ár bíðað eftir sínum oljuævintýri men enn er tað bert blivið til gass í avmarkaðum nøgdum. Eitt gassfund varð gjørt seint í 60-unum og herfyri gjørdi Enterprise, sum nú er uppkeypt av Shell, eitt oljufund. Ein oljuleiðing verður nú løgd til lands úr írska havinum. Seamus heldur tað er ikki heilt burturvið at samanbera gongdina í Irlandi við hana í Føroyum. Í báðum førum er talan um øki, har veðrið hevur stóra ávirkan á kanningarnar. Haraftrat er jarðfrøðin er lítið kend í báðum økjum. Nógvir brunnar skulu tí borast, áðrenn fund verða gjørd. Í Norðsjónukm hevur tað verið neyðugt at bora 12 brunnar fyri hvørt fund. So tað tekur tíð at finna olju  eins væl í Írlandi sum í Føroyum.