100 milliónir frá Jørgen

So blíður er hann, fólka­floks­­for­­mað­ur­­in, tí hann vil geva okku­m heil­­ar 100 mill­­­i­ón­­ir krón­­ur í skat­t­a­lætta, tá gjald­ið til Heils­u­trygd verð­­ur flutt á fíggj­­ar­lóg­i­na.

Tað skal æt­l­andi ger­ast 1. jan­­uar í 2012, at vit sleppa und­an at gjalda til Heils­u­­trygd, tí gjald­ið verð­­ur flutt yv­­ir skat­t­in.
Tað er í hes­­um sam­bandi, at Jør­g­­en Nic­l­a­sen æt­lar at lata okk­um skatt­a­lætt­an, tí skatt­ur­in skal ikki hækka, sig­ur hann, tó at hetta skal ger­ast í stigum.
Hyggjuráðini hjá Jørgeni Nicl­a­sen til tess at megna hend­an skattalættan eru at spara innan fyrisiting, um­sit­­ing og eftirlit.
– Alt hetta kostar jú 800 mill­iónir, sigur Jørgen, so hvat er tað at spara ein átt­anda­­­part?
Tí fólka­floks­for­mað­ur­in held­­ur, at vit hava alt ov nógv­­ar almennar stovn­ar, tí skulu vit hava sam­anlegg­ing­ar – ráð skulu leggjast sam­an, og stovn­ar skulu leggj­ast sam­an fyri at fáa eina rat­ionellari fyr­i­siting.
– Og tað ber til, sigur Jørg­­en, hóast hann ikki hev­ur rok­n­að upp á tað og ikki vil siga, hvørjir stovnar, ið skulu leggj­­ast saman.
Og hetta sigur maðurin, sum gongur fyri dupulta løn í tinginum – hann fær bæði løg­tings­løn og lands­stýr­is­løn. Góði Jørgen, hvussu kanst tú tosa um al­mennar spar­ingar, tá tú gong­ur á odda sum eitt al­ment oyðsl?