100 milliónir í vinningsbýti

Tað vera óivað smílandi partaeigarar, ið seinnapartin savnast til aðalfund hjá Bakkafrost.

Har fer stóra alifyritøkan at taka saman um eitt roknskaparár, ið vísti 281 milliónir krónur í yvirskoti eftir skatt. Og góða úrslitið fyri 2012 kastar eisini væl av sær til partaeigararnar.

Undan aðalfundinum skjýtur nevndin í Bakkafrost upp at rinda eigarunum tilsamans 97,7 milliónir krónur í vinningsbýti.

Tað svarar til tvær krónur fyri hvørt partabrævið í Bakkafrost.

Størsti, einstaki eigari í Bakkafrost er norski alirisin Salmar ASA, ið eigur góð 25 prosent av partabrøvunum. Síðani koma forstjórin, Regin Jacobsen og Oddvør Jacobsen, einkja eftir Hans Jacobsen og móðir Regin, iið eiga góð níggju prosent hvør.

20 teir størstu partaeigararnir eiga stívliga 80 prosent av Bakkafrost, meðan restin er spjatt millum eina røð av smáum íleggjarum.

Eisini starvsfólkini í Bakkafrost merkja ágóðan av, at tað gongur væl í fyritøkuni. Fyrr í mánaðinum gjørdi Bakkafrost av, at øll starvsfólk í fyritøkuni skulu fáa bonus fyri 2012. Starvsfólkini fáa partabrøv í fyritøkuni, svarandi til eitt virði á tvey prosent av ársinntøkuni í fjør. Í samband við hesa bonus-skipan keypti Bakkafrost fyrr í mánaðinum 56.961 partabrøv fyri kurs-71.