100 pund pá stampin

ÚTRÓÐUR Tað var einki serligt til veður í Eiðisflógvanum mikudagin í farnu viku, tá útróðrarbáturin Norðhavið kom at landi á Eiði. Men umborð riggaði alt sum tað skuldi. - Jú, tað var eitt sindur óslætt, men hann er góður í sjónum, sigur Sakaris Zachariasen, sum førir útróðrarbátin, saman við tveimum øðrum monnum. - Í dag kom hann til sín rætt.

Eiði: - Í dag høvdu vit 50 stampar við, greiðir skiparin frá.

Hetta talið av stampum er vanliga tað, teir hava við sær, tá lagt verður frá landi. Sjáldan meiri enn tað.

Línurnar eru heldur ikki so langar. Tær liggja vanliga millum 280 og 300 húkar í hvørjum stampi.

Hóast línurnar ikki eru av teimum longstu, hevur tað ikki stórvegis ávirkan á fiskiskapin henda dagin.

- Vit plaga at liggja um 100 pund uppá stampin. Og tað haldi eg eisini at vit gera í dag, sigur Sakaris.

Sjálvur roknaði hann við, at teir høvdu fingið eini 6000 pund henda dagin.

- Hetta er bara í ordan.


Fýra støð

Henda mikudagin í farnu viku kom Norðhavið at landi á Eiði. Men tað er ikki altíð at teir koma higar at landa.

- Tað veldst alt um, hvussu veðurlíkindini eru. Vit eru tí eisini onkutíð vestanfyri, greiðir Sakaris frá.

Tað tók ikki langa tíð at landa Norðhavið. Fyri teimum á bryggjuni stóð ein stórur kranabilur frá Hans Egili Joensen og Synir, og tað var skjótt at tann dugnaligi kranførarin hevði fingið kassarnar við veiðuni uppá land, áðrenn trukkur koyrdi teir inn á virkið.

Henda dagin var nógvur vindur, og serliga í flógvanum var baldrut í sjónum, eins og stóra myndin vísir. Nú fara teir at bíða eftir betri líkindum, áðrenn teir leggja aftur til havs.

Umframt at leggja veiðuna upp á Eiði, leggja teir eisini at landi í Miðvági, Sørvági ella á teir fara inn á Toftir. Við teirri bøttu samferðsluni ber lættliga til at flyta manning, útgerð og reiðskap millum oyggjarnar.

Teir hava onkutíð verið tveir mans umborð, men nú ið tað verður skjótari myrkt og dagurin tí styttri, er ein triði maður komin við eisini.

Henda túrin í farnu viku vóru, umframt Sakaris eisini Karl Martin og Jóhannes Zachariasen við.

- Nei, tað er ov strævið bert at vera tveir mans umborð. Man fær næstan ikki eina einastu pausu tá.

Nú er so stutt fráliðið í verandi fiskiári, men Sakaris letur ikki illa at gongdini higartil.

- Jú, man fær eina mánaðarløn burturúr tí, um man hongur í, sigur hann. 



2 túrar

Útgerðarmaður hjá Norðhavið er Thorleif Samuelsen í Havn. Hann hevur áður átt aðrar útróðrarbátar við navninum Ægir.

Norðhavið varð keyptur til Havnar í 2005 úr Svøríki. Hann er bygdur úr stáli, og tí vælegnaður til føroyskan sjógv.

Hetta fiskiárið hevur Norðhavið fingið tillutaðar 100 fiskidagar, sum svarar til tveir túrar í miðal um vikuna.

- So vit mugu bara hanga í, sigur Sakaris Zahcariasen. 



GÓÐUR

Norðhavið er góður í sjónum, men mikudagin í farnu viku var veðrið so baldrut, at hann varð lagdur yvir í bátahylin á Eiði. Eftir loknan útróðrardag er tíð til myndatøku, áðrenn leiðin verður løgd til hús