Hoyrið brim um strendur brúsa!
Hoyrið storm í fjøllum súsa!
:,:Tað er Føroya mál. :,:
Hoyrið foss á klettum spæla!
Hoyrið dvørg í homrum tala!
:,:Tað er Føroya mál. :,:
Hoyrið jarma lambið káta!
Hoyrið fugl í haga láta!
:,: Tað er Føroya mál. :,:
Hoyrið fyri veiði góða
takkarsong frá bátum ljóða!
:,:Tað er Føroya mál. :,:
Hoyrið dans í stovu ganga!
Hoyr um kappar kvøðið langa!
:,:Tað er Føroya mál. :,:
Hoyr við grúgvu mannin gamla
børn um fornar søgur samla!
:,:Tað er Føroya mál. :,:
Tú mást bæði úti og heima
dýrt sum reyðagullið goyma
:,:væl títt móður mál. :,:
Djúpt í tínum egna barmi,
bæði í gleði og í harmi,
:,:ljóði Føroya mál. :,:
Hetta skrivar fyrsti formaður Sambandsfloksins -Fríðrikkur Petersen- til føstugangsveitslu í Keypmannahavn í 1878, næstan 30 ár áðrenn hann saman við øðrum varð við at stovna Sambandsflokkin.
Nú flokkurin er 100 ára gamal er rætt at líta aftur á tað, sum farið er, og søgan hjá Sambandsflokkinum vísir greitt, at flokkurin hevur frá upphavi víst støðufesti og í øllum hevur virkað tjóðini at gagni.
Men tað sum hevur stóran týdning, nú flokkurin er 100 ár, er at vit hóast høga aldurin ikki missa hugin til politiska lívið, men seta út í kortið tjóðini og fólkinum, sum livir í hesum landinum, at gagni.
Vit í Norðoya Sambandsfelag kunnu við gleði staðfesta, at flokkurin seinastu tvey løgtingsvalini hevur verið fyri stórari menning í Norðoyggjum.
Á løgtingsvalinum 1998 fekk Sambandsflokkurin 275 atkvøður í Norðoyggjum.
Við seinasta løgtingsval kom flokkurin upp á 602 atkvøður.
Málið hjá Norðoya Sambandsfelag er at hækka atkvøðutalið munandi til komandi løgtingsval, soleiðis at flokkurin fyri fyrstu ferð síðan 1984 fær ein tingmann valdan í økinum.
Skuldu vit fáa neyðuga framgongd til komandi løgtingsval er neyðugt at Sambandsflokkurin framhaldandi førur ein politikk, sum hevur til endamáls at menna økini kring um í landinum.
Sum 100 ára gamal er altíð vandi fyri at ein hevur lindi til at hugsa siðbundið, men eg havi álit á, at serliga yngri parturin av tingmanningini - við góðari hjálp frá teim eldru, fer at fremja ein framskygdan politikk, sum torir at viðgera og taka støðu til allar spurningar í samfelagnum.
Fólkatalið kring um í landinum stendur í stað og er - undantikið høvuðsstaðarøkið minkandi.
Í Norðoyggjum er støðan tann, at fólkatalið hevur staði í stað síðan fyrst í 80-unum og í hesum sambandi hevur Norðoya Sambandsfelag, saman við hinum politisku lokalfeløgunum í norðoyggjum, arbeitt við at finna felags stev tvørtur um politisk mørk, fyri at menna økið.
Í einari ávegis niðurstøður frá tvørpolitiska bólkinum verður víst á, at tað er neyðugt at betra um bústaðarmøguleikarnar og at samskipa útboði av grundstykkjum í Norðoyggjum.
- Eisini mælir bólkurin til at byggja ein skúladepil í norðoyggjum, sum umfatar miðnámsútbúgvingar og aðrar hægri útbúgvingar við serligum denti á matvøru- og maritima økið.
Norðoyggjar er fyrst og fremst eitt fiskivinnuøki, og tí eigur Sambandsflokkurin framhaldandi at arbeiða fyri, at almennar tænastur og útbúgvingar, sum hava við hesa vinnu at gera, verða lagdar í Norðoyggjum.
Hetta kemur at tryggja, at ung fólk við hægri útbúgvingum ikki einans kunnu kom heim aftur til Føroyar - men at tey eisini kunnu seta búgv í Norðoyggjum.
Sum lokalfelag hugsað vit sjálvandi fyrst og fremst um Norðoyggjar, men tað eru so nógv onnur samfelagslig økið sum kunnu mennast aðrastaðni í landinum og við at leggja eina greiða strategi fyri hvørt økið í landinum fer flokkurin uttan iva at fáa størri undirtøku kring um í landinum - samstundis sum vit á hendan hátt tryggja vælferðina og trivnaðin um alt landið.
Rákið í tíðini er at hugsað globalt. Men ein fyritreyt fyri hesum er at vit fyrst hugsa lokalt tí tað er í lokaløkinum at føroyingurin og atkvøðan búleikast.
Megna vit at menna landið lokalt so kunnu vit eisini seta út í kortið globalt!
At enda fara vit at ynskja formanninum, Kaj Leo Jóhannesen, tillukku við valinum og okkum øllum sambandsfólkum tillukku við teim 100 árunum hjá flokkinum.
Norðoya Sambandsfelag
John William Joensen