100 stovnspláss afturat í summar

Seint í summar fáa gott og væl 100 børn pláss í barnagarði í Havn. Tá letur nýggi barngarðurin í Vesturbýnum upp, og nakað um sama mundið letur barnagarðurin hjá Føroya Tele upp

 

DAGSTOVNAR

Nýggi dagstovnurin í Vesturbýnum í Havn er reistur og partvís innilokaður. Stovnurin, sum liggur í Øksnagerði, er bygdur við eini kjarnu, har fýra lonir ganga út frá. Upprunaliga skuldi stovnurin hava tríggjar stovur til 20 børn hvør, men síðani hevur Tórshavnar býráð samtykt at gera eina stovu afturat til børn við serligum tørvi. Stovnurin, ið er mettur at kosta 8 mió. krónur, fer tískil at taka 70 børn. Ætlanin var, at stovnurin skuldi standa klárur at taka fyrstu børnini inn í august. Men orsakað av eitt nú keðiligum veðri, er byggingin seinkað nakað.

- Vit rokna við, at tá ið næsta skúlaár byrjar, verður í øllum førum ein stova liðug. So skuldi stovnurin annars staðið liðugur eina ferð í september, sigur Jan Christiansen, býráðsformaður.

Stovan, sum er komin afturat, verður til tíggju børn í fyrstu syftu. Børn, sum hava serligan tørv.

- Serligi tørvurin hjá børnunum kann vera ymiskur. Til dømis klára summi børn ikki at vera á stovum, har ov nógv børn eru orsakað av larmi og slíkum. Hesi børnini koma av stovnum úr býnum, sigur Jan Christiansen.

Ein stova er sett av til vøggustovubørn, tó ikki yngri enn tvey ár.

- Politikkurin hjá okkum er, at vit royna at nøkta tørvin á stovnsplássum úr erva av, tað við siga fáa teim elstu børnunum pláss í barnagarði fyrst. Tí fara tey smæstu í dagrøkt. Tað vísir seg nærum í øllum førum, at børn í barnagarðsaldri, sum eru í dagrøkt, ynskja eitt barnagarðspláss.


Aðrar loysnir

Keypið hjá Føroya Tele av einum sethúsum við Sundsvegin er komið uppá pláss og har verður pláss fyri 32 børnum. Helmingurin av børnunum vera børn hjá starvsfólkum á stovninum, meðan hin helmingurin verður til børn av bíðilistanum hjá Tórshavnar kommunu.

Bíðilistin var 28. mars 402 børn. Roknað verður við, at tá ið stóra útskiftið er farið fram í august, er bíðilistin 200 børn. Tórshavnar býráð arbeiðir við øðrum loysnum, sum skulu minka um bíðilistan, men býráðsformaðurin vil ikki úttala seg nærri um, hvørjar tær eru. Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at í hesum fíggjarárinum eru ikki pengar settir av til fleiri íløgur í bygging.

- Henda samgongan hevur sett sær fyri at loysa tørvin á stovnsplássum, og vit eru so at siga komin undir land, tá ið tað snýr seg um stovnspláss til børn í barnagarðsaldri. Nú ræður um at fáa teim yngru børnunum pláss. Í dag eru flestu børnini umleið tvey ár áðrenn tey sleppa inn. Trupulleikin er, at vit fáa ikki loyvi til at gera íløgur fyri meiri enn eitt vist. Tí er trupult at gera vanligar tradisjónellar barnagarðar. Tó rokna vit við at fáa gongd á fyrireikingarnar til ein ella tveir stovnar til 60 børn hvør afturat í hesum árinum. Um árskiftið skuldi í øllum førum verið greitt, hvussu vit útvega pláss til eini 100 børn, sigur Jan Christiansen.