Í dag boðar Sjóvar kommuna frá, at tey í morgin fara at skrúva fyri vatninum á Strondum, Innan Glyvur og við Kolbeinagjógv.
Hetta er í samband við, at arbeitt verður upp á vatnleiðingina.
Sagt verður, at fólk í nevndu økjum missa vatnið frá klokkan 10 og so leingi, sum arbeiðið varar.
Í Sjóvar kommunu búgva 1130 fólk, og tað merkir - leystliga mett - at eini túsund fólk í kommununi fara at missa vatnið eina løtu í morgin.
Umframt Strendur, Innan Glyvur og Kolbeinagjógv, eru eisni bygdirnar, Morskranes og Selatraður, við í Sjóvar kommunu.