110 manningar bjóða av

Kappróður: 13 róðrar vera á Skála leygardagin frá klokkan 12.30 og fram til nátturðatíð

mynd: rsf.fo Frá ódnartøkunum í Runavík, sum vóru leygardagin 22. mai

Nú sær tað út til at vera heilt víst, at fyrsti FM kappróðurin verður leygardagin, tá ið tað verður fjarðastevna á Skála.

 

Áhugin at rógva kapp er so stórur, sum hann ongantíð áður hevur verið. Tilsaman hava 107 manningar boðað frá luttøku. Av teimum eru 46 barnamanningar.

 

Lagt verður fyri klokkan 12.35, tá ið skotið verður fyri startinum av fyrra riðlinum í barnakappingini hjá gentum. Og um tað fer at ganga soleiðis, sum tað er lagt til rættis, so verður síðsta startskotið klokkan 17.45. Síðsta kappingin verður millum 5-mannafør við dreingjum.

 

Lutakastið hevur verið, og tað sæst á heimasíðuni hjá Róðrarsambandinum, hvørjir bátar fara at taka lut, og í hvørji røð teir liggja

 

https://rsf.fo/startrodin-a-fjardastevna-a-skala-tann-12-juni-2021/

 

Kappast verður soleiðis

 

Flaggtíð  
Kl. 12.30Barnaróður gentur riðil 111
Kl. 12.45Barnaróður gentur riðil 210
Kl. 13.15Barnaróður dreingir riðil 113
Kl. 13.30Barnaróður dreingir riðil 212
Kl. 14.15Barnaróður gentur finala10
Kl. 14.45Barnaróður dreingir finala10
   
Kl. 15.106-mannafør kvinnur5
Kl. 15.505-mannafør kvinnur13
Kl. 16.056-mannafør menn9
Kl. 16.455-mannafør gentur15
Kl. 17.058-mannafør5
Kl. 17.2010-mannafør3
Kl. 17.405-mannafør dreingir14

mynd: rsf.fo Frá ódnartøkunum í Runavík, sum vóru leygardagin 22. mai