Sparingar á Akstovuni hava ført við sær, at ferðslutrygdin versnar.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Hendrik Old, tingmaður, hevur spurt landsstýrismannin, hvørjar avleiðingar tað hevur, at játtanin til Akstovuna ikki verður hækkað.
Kári P. Højgaard staðfestir, at sparingar á Akstovuni hava havt álvarsligar avleiðingar fyri virksemið á Akstovuni.
Trygdin versnar
Ein avleiðing er, at í dag koyra yvir 11.000 bilar runt umkring á føroyskum vegunum, sum skuldu havt verið til sýn, men sum Akstovan ikki hevur havt møguleikan at kalla til sýn, tí arbeiðsorka er ikki til tað.
Av øllum hesum bilunum, sum ikki eru innkallaðir til sýn til tíðina, er talan um 8.178 persónbilar, 294 viðfestisvognar, 41 bussar og 338 lastbilar.
- At bilarnir ikki verða sýnaðir eftir forskriftunum førir við sær, at ferðslutrygdin versnar og sum støðan er nú, eru ongi útlit fyri, at støðan fer at batna hesi næstu árini, tvørtur ímóti, legði hann afturat.
Hann sigur, at ein sýnsmaður klárar at sýna 2000-3000 bilar um árið.
- Støðan er als ikki nøktandi og sum støðan er nú, veksur eftirstøðan í hvørjum, sigur landsstýrismaðurin.
Spinnandi galið
Hendrik Old heldur, at hetta er ein heilt álvarslig støða.
- Hetta eigur at fáa ávaringarklokkurnar at ringja, tí her er okkurt spinnandi galið, heldur tingmaðurin.
Hann hugsar serliga um, at 41 bussar eru í eftirstøðu.
- Hetta eru bussar, sum koyra við ferðafólki og sum verða brúktir at flyta skúlabørn aftur og fram.
- Samstundis er talan um 338 lastbilar.
- Hetta eigur at, tí hesum kunnu tær ræðuligastu vanlukkurnar standast av og tí má samgongan taka sær um reiggj í hesum máli.
Landsstýrismaðurin er samdur í, at tað verður neyðugt at gera nakað við hetta málið, tí talan er um eina álvarsliga støðu.
- Vit hava eina null hugsjón í ferðsluni. Tað merkir, at vit hava sett okkum fyri at bera so í bandi, at ongin skal doyggja ella fáa álvarsligar løstir í ferðsluni.
- Tí skurrar tað í oyrunum, at vit hava ein flota á bilum, sum als ikki er sleppur til sýn so ofta, forskriftirnar siga.
Serliga stúrin er hann um, at teir tungu lastbilarnar, trailarar og bussar, ikki sleppa til tey kravdu sýnini.
- Serliga eiga vit at hava í huga, at allur farmaflutningur verður miðsavnaður í Havn og ferðslan í og úr Havnini við stórum lastbilum og trailarum, økist samsvarandi.
Ein ræðandi tanki
- Tað er ein ræðandi tanki, at so nógvir bilar sleppa at koyra á vegunum, uttan at teir eru sýnaðir eftirforskriftunum.
Tað heldur Brynhild Høgnadóttir, dagligur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
- Tað er púra greitt, at tað er ikki til frama fyri ferðslutrygdina, at bilar ikki verða sýnaðir so ofta, teir eiga.
- Á Ráðnum fyri Ferðslutrygd harmast vit almikið um, at ferðslutrygdin verður sett vanda á hendan hátt, leggur hon afturat.
Serliga heldur hon, at tað er ein ræðandi tanki, at lastbilar og bussar sleppa at koyra so leingi uttan at verða sýnaðir.
- Eru lastbilar og bussar uppi í óhappum og vanlukkum, kunnu avleiðingarnar verða syndarligar, tí tey eru so tung akfør – og bussarnir eru ofta fullir av fólki, eisini skúlabørnum.
Annars hevur Løgtingið samtykt, at vit skulu hava eina null-hugsjón í ferðsluni.
Tað merkir, at Løgtingið hevur sett sær fyri at skipa ferðsluna soleiðis, at ongin skal doyggja, ella fáa álvarsligan løst í ferðsluni.
Men leiðarin á Ráðnum fyri ferðslutrygd heldur ikki, at tað sampakkar serliga væl við null-hugsjónina, at bílarnir ikki verða sýnaðir so ofta, teir eiga.
LES EISINI GREININA: Akstovan trý ár afturúr at sýna bilar