11,70 krónur í miðal fyri kilo

Seinastu tveir søludagarnar á Fiskamarknaði Føroya hevur miðalprisurin ligið heldur lægri enn ein vanligan søludag á marknaðinum annars. Tey 153 tonsini av fiski, sum Fiskamarknaður Føroya seldi á uppboðssølu í morgun, fóru fyri 1,789 miljónir krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís á 11,70 krónur fyri kilo.

Miðalprísurin í dag lá umleið eina krónu lægri enn ein vanligan søludag á marknaðinum.

Nógv tann størsta einstaka nøgdin í morgun var toskur, nevniliga 90 tons tilsamans. Av hesum var nógv mest ? ella 44,6 tons ? av toski 4, sum fekk miðalprísin 10,21 krónur fyri kilo.

Næst mest var av hýsu ? umleið 28 tons, harav nøgdirnar av hýsu 2 vóru tær størstu. Miðalprísurin fyri hýsu 2 var 12,72 krónur fyri kilo.

Góð 15 tons vóru av longu, har besti miðalprísurin var 11,50, og umleið 7 tons vóru av brosmu við besta miðalprísinum á 7,80 krónur fyri kilo.

Á marknaðinum í morgun var eisini eitt sløð av havtasku og svartkalva, men talan var bara um nøkur heilt fá tons tilsamans.