11 kappaðust í luftbyrsuskjóting

Rógvi Mohr gjørdist fremstur í kappingini í luftbyrsuskjóting leygardagin, og á øðrum plássi endaði Ian D. Jacobsen.

Føroya fyrsta kapping í luftbyrsuskjóting var á Skála leygarmorgunin. Kappast varð í hølum hjá El-Service, og skotið varð úr 45 metra fjarstøðu. Allir luttakarar brúktu luftbyrsu við kikarasikti.

 

Bæði fyriskiparar og luttakarar eru sera væl nøgdir við hesa fyrstu kappingina. Tvær slíkar kappingar verða aftrat, áðrenn FM verður í 50 og 100 metrum, sum verður seinni í summar.

 

Á facebook-síðuni - Luftbyrsuskjóting í Føroyum - verður kunnað nærri um tær kappingar, sum liggja fyri framman innan hesa nýggju kappingargrein.

 

Úrslitini leygardagin vóru hesi:

Nr. 1. Rógvi Mohr, FX Wildcat cal. .25 (211 stig)

Nr. 2. Ian D. Jacobsen, FX Impact cal. .30 (200 stig)

Nr. 3. Martin Berg, FX Independence cal. .25 (187 stig)

Nr. 4. Oddur, FX Independence cal. .25 (181 stig)

Nr. 5. Eirikur Elisson, Air Arms S410 cal. .22 (175 stig)

Nr. 6. Krisvar Nilssen, FX Boss cal. .30 (171 stig)

Nr. 7. Sjúrður Christiansen, FX Boss cal. .30 (168 stig)

Nr. 8. Gunnar Z, FX Verminator cal. .22 (151 stig)

Nr. 9. Steinmund Klakkstein, FX Independence cal. .25 (119 sstig)

Nr. 10. Birgir Ryan, Gamo Coyote cal. .22 (117 stig)

Nr. 11. Monrad Dalbúð, Gamo 1250 Hunter cal. 22 (19 stig)