110 fólk eru í dag flutt burtur úr íbúðarøkjum í Longyearbýnum á Svalbard, nú veðurútlitini har fyri hósdagin eru so vánalig. Tað er tilbúgvingarráðið í býnum, sum hevur tikið hesa avgerð.
Kunningarráðgevin hjá sýslumanninum á Svalbard, Terje Carlsen, sigur, at av teimum 110 fólkunum, sum eru flutt úr íbúðarhúsum, eru 80 studentar.
Forboð er eisini sett fyri at koyra í somu økjum, har íbúgvararnir eru fluttir burtur, og hetta forboð er galdandi frá klokkan 08 hósmorgunin.
Veðurávaringarnar fyri økið siga, at her kunnu hvirlur raka, sum hava eina vindferð upp í einar 45 metrar um sekundið. Haraftrat er vandi fyri skalvalopum.
Søguligar hendingar siga okkum, at álvarsligar støður kunnu taka seg upp í slíkum veðri, og væntandi er, at sýnið í Longyearbýnum kann gerast sera vánaligt.
- Tí er eingin orsøk til at ferðast úti óneyðugt, sigur kunningarleiðarin hjá sýslumanninum á Svalbard.
Orsakað av vánaligu veðurútlitunum verða mong støð stongd í Longyearbýnum hósdagin, eitt nú barnagarðar, skúlar, ungdómsfelagsskapir, bókasøvn og listasøvn.
Tað er www.nordlys.no, sum ber hesi tíðindi í kvøld.