Sosialurin, vinnublaðið Vinnan og Vikublaðið. Tað eru bløðini, sum koma úr Miðlahúsinum í dag. Tilsamans 112 síður.
Tað er ein stórur blaðdagur í Miðlahúsinum í dag. Sosialurin, sum kemur á gøtuna seinnapartin, er tilsamans 56 síður. Tá er vinnublaðið Vinnan eisini við í blaðnum. Vikublaðið, sum kemur út í hvørt hús í kvøld er eisini 56 síður.
Í Vinnuni er tema um fakfeløg, fakfelagssamstarv og lønarsamráðingar. Víst verður á, at tað eru samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar sum leggja lønarkarmin á privata arbeiðsmarknaðinum. Allir hinir yvir 30 sáttmálarnir, sum tingast verður um aftaná, fáa sama karm, sum tey kortini onga ávirkan hava á. Tí verður nú tosa um eitt fakfelagssamstarv, so øll tey um 20.000 fólkini í Føroyum, sum eru limir í fakfelag, veruliga kunnu standa saman.
Vikublaðið hevur vitjað í Suðuroy, og tað merkir tíðindini í Vikublaðnum, sum er prentað í 20.000 eintøkum og verður borið út í hvørt hús við Posta í kvøld.