12 børn ættleidd í fjør

Í 2012 vórðu avgreidd 12 ættleiðingarmál í Føroyum. Av teimum vóru tvey ættleidd úr Etiopia, tvey úr Suðurafrika og eitt úr Nigeria. Talan var eisini um sjey stjúkbarnsættleiðingar – sum er, tá hjúnafelagi ættleiðir barn hjá hinum hjúnafelagnum.

 

Tølini eru úr ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum, sum umsitur ættleiðingarmál í Føroyum.

 

Umframt »stjúkbarnsættleiðing«, so er eisini eitt hugtak, ið nevnist »familjuættleiðing«. Tað er ein ættleiðing, har umsøkjarin ættleiðir eitt barnabarn ella systkinabarn, ein ættleiðing av einum barni frá foreldrum, sum umsøkjarin hevur kent væl og leingi, og barnið undir 18 ár ella ein ættleiðing av einum barni, sum umsøkjarin hevur serliga tætt samband við. Ein »fremmandættleiðing« er, tá umsøkjarin ættleiðir eitt barn undir 18 ár, og har tað er ein treyt fyri ættleiðingina, at ættleiðarin verður góðkendur frammanundan.

 

Í 2011 vóru átta fremmandættleiðingar, harav fýra úr Etiopia, tríggjar úr Kina og ein úr Thailandi. Eingin stjúkbarnsættleiðing var í 2011.

 

Í 2010 vóru níggju fremmandættleiðingar og tvær stjúkbarnsættleingar.

 

Altjóða fremmandættleiðingar verða framdar gjøgnum góðkendu millumgongufelagsskapirnar AC Børnehjælp www.a-c.dk og DanAdopt www.danadopt.dk, sum báðir eru danskir.

 

Ríkisumboðið skrivar í frágreiðingini, at tað meira er talið av teimum, sum verða góðkend, sum sigur nakað um gongdina í ættleiðingarmálum heldur enn talið av framdum ættleiðingum. Tí tað kann ofta taka fleiri ár at blíva góðkendur ættleiðari.

 

Í 2008 vórðu 13 góðkend sum ættleiðarar.

Í 2009 vórðu 8 góðkend sum ættleiðarar.

Í 2010 vórðu 8 góðkend sum ættleiðarar.

Í 2011 vórðu 8 góðkend sum ættleiðarar.

Í 2012 vórðu 12 góðkend sum ættleiðarar.

 

Ríkisumboðið viðmerkir, at talan í hesum førum bara er um tey, sum verða góðkend fyrstu ferð.