12 fólk fingu løstir í russiskum álopum

Í Ukraina vænta tey, at Russland aftur í vetur fer at leypa á orkuverk í landinum, eins og Russland hevur gjørt undanfarnu vetrar í krígnum.

Í minsta lagi 12 fólk fingu løstir í einum russiskum rakettálopi á Kharkiv í landnyrðingspartinum av Ukraina sunnudagin.

 

Tað siga lokalu myndugleikarnir í landinum. Men, tað varð ikki bara býurin, Kharkiv, ið er landsins næst størsti, sum varð álopin.

 

Eisini høvuðsstaður landsins, Kyiv og býurin, Kryvyj Rih har suðuri í landinum, vórðu álopin.

 

Í Ukraina vænta tey, at Russland aftur í vetur fer at leypa á orkuverk í landinum, eins og Russland hevur gjørt undanfarnu vetrar í krígnum.

 

Álopini á orkuverk og undirstøðukervið í landinum hava til endamáls at gera lívið hjá fólkinum trupult, soleiðis at trýst verður lagt á myndugleikarnar.

 

Í gjárkvøldið sendi Russland rakettir móti trimum økjum í Kharkiv, og í álopinum fingu sjey kvinnur og fimm menn løstir.

 

- Íbúðarhús, bilhús, bensinstøðir, hús og bilar vórðu rakt í álopinum, sigur løgreglan í Kharkiv á Telegram.

 

Álopini á Kharkiv í gjár førdu eisini til streymloysi í pørtum av býnum, veit guvernørurin, Oleh Synegubov, at siga.

 

Í Kryvyj Rih, sum er heimbýurin hjá Volodymyr Zelenskyj, forseta, fingu trý fólk løstir, og fleiri íbúðir í býnum vórðu raktar í russiskum rakettálopi í nátt.

 

Í gjárkvøldið og í nátt er frætt um fleiri loftálop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, og borgarstjórin, Vitalij Klitsjko, segði, at ávaringarlúðrar vóru í gongd.

 

- Haldið tykkum í bumbuskýlum, skrivaði borgarstjórin í Kyiv á Telegram.

 

Á hinari síðuni av hermótinum vórðu tvey fólk særd í ukrainskum álopum á russisku Belgorod-regiónina, veit guvernørurin, Vjatsjeslav Gladkov, at siga.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.