Slovenska hondbóltssambandið er í øðini eftir HM-endaspælið í Egyptalandi, har teir í avgerandi dystinum ímóti júst Egyptalandi fyrradagin høvdu heili 12 leikarar, sum høvdu búkilsku og annaðhvørt illa fingu spælt ella als ikki spælt.
Tað var dagin fyri hendan avgerandi dystin, at 12 leikarar í slovenska hópinum fingu trupulleikar við búkinum, og tríggir av profilunum, Blaž Blagotinšek, Staš Skube og Dragan Gajić, fingu ikki spælt við ímóti Egyptalandi.
Slovenia hevði fyri neyðini at vinna dystin fyri at spæla seg víðari í kappingini, men tað endaði við 25-25-javnleiki, og tað merkir, at Slovenia er rokið úr HM-kappingini meðan egyptisku vertirnir eru í fjórðingsfinaluni.
- Hetta er eitt ótrúliga illa fyriskipað HM, sigur aðalskrivarin í slovenska hondbóltssambandinum, Goran Cvijić, við heimasíðuna hjá slovenska hondbóltssambandinum vísandi til mateitranina, sum hevur herjað fleiri lið í HM.
- Dreingirnir róptu av pínu, spýðu og runnu á vesini sum um stóð tað um lív, greiðir hann frá.
- Hóast ússaligir, so valdu níggju av leikarunum at spæla við fyri at royna at røkka fjórðingsfinaluni. Teir gjørdu tað fyri Slovenia, sigur Goran Cvijić.
Goran Cvijić sigur, at teir hava sent klagu til altjóða hondbóltssambandið, IHF, men hann hevur lítið álit á at nakað verður gjørt við klaguna.
Hóparnir hjá Danmark, Svøríki, Kroatia og Argentina hava eisini verið raktir av búkilsku, og av hesi somu orsøk hevur danska stjørnan, Mikkel Hansen, ikki verið við síðstu tveir dystirnar. Eisini Jóhan á Plógv Hansen hevur sitið uttanfyri ein dyst vegna búkilsku.