Talv
Tá 17 ára gamli Garry Kasparov í 1980 bleiv stórmeistari, var hetta tá ein sera ungur aldur at fáa hendan fína tittul. Bobby Fischer var tó í serflokki, tí hann bleiv longu stórmeistari sum 15 ár og seks mánaðir gamal (1959). Ikki fyrrenn í 1991 bleiv aldursmetið hjá Fischer tikið tá Judit Polgar fullkomuliga óvæntað gjørdistv stórmeistari, tveir mánaðir yngri enn Fischer.
PlayerFekk seinasta GM-normin sum
Bobby Fischer15 ár, 6 mánaðir, 1 dag
Judit Polgar15 ár, 4 mánaðir, 28 dagars
Peter Leko14 ár, 4 mánaðir, 22 dagars
Etienne Bacrot14 ár, 2 mánaðir, 0 dagars
Ruslan Ponomaryov14 ár, 0 mánaðir, 17 dagars
Teimour Radjabov14 ár, 0 mánaðir, 14 dagars
Bu Xiangzhi13 ár, 10 mánaðir, 13 dagars
Sergey Karjakin12 ár, 7 mánaðir, 0 dagars
(kelda: www.chessbase.com)
Ponomariov og Radjabov hava báðir telvað í Føroyum, og báðir hava eisini einaferð verið yngstu stórmeistarar í heiminum. Síðani teir í oktober 2000 luttóku í 3rd Tórshavn International í Norðurlandahúsinum, er mangt hent innan talvlív teirra. Radjabov bleiv stutt seinni yngsti stórmeistari í heiminum, og Ponomariov gjørdi ikki mætari enn at gerast Fide-heimsmeistari í januar 2002.
Sergei Karjakin, føddur 12. januar 1990, gjørdi skjótt av á vegnum til stórmeistaratittulin. Í januar vann hann sær fyrsta GM-normin, í mai tann næsta, og í august ognaði hann sær triða- og avgerandi GM-normin. Og eisini er hann komin yvir um 2500 markið í rating, sum er krav fyri at fáa stórmeistaratittulin.
Hjálpti heimsmeistaranum
Tá Ponomariov leikti HM-finaluna móti Ivanchuk fyrr í ár, hevði hann ein lítlan pilt at hjálpa sær við fyrireikinginum til hendan týðandi talvdyst, nevnliga 12 ára gamla Karjakin. Hetta vakti ans, og spurningur varð settur, um hesin ungi maðurin veruliga kundi hjálpa Ponomariov. Men fakta varð, at Ponomariov vann HM-dystin, og nú er Karjakin vorðin yngsti stórmeistari nakrantíð. Hansara rating er í løtuni 2523.
Flóvin reisti seg
Eftir miseydnaða kapping í Hollandi, har hann misti útvið 50 ratingstig á føroyska ratinglistanum, royndi Flóvin Tór Næs seg aftur í opnari kapping í Týsklandi. Væl betur gekst hesaferð, og fekk hann seks stig av níggju møguligum. Hetta gevur honum umleið eini 15-20 ratingstig.
Flóvin hevur verið sera aktivur hetta summarið við heili fýra kappingum í skjáttuni. Sum heild hevur summarið eydnast væl hjá honum, ikki minst við sínum IM-normi í juli mánaða.