Fyri 12. ferð skipar dansifelagið »Kom og Dansa« fyri grýludansi á Kambsdali.
Fyrireikarnir siga, at teir hava roynt at gera tiltakið meir fjølbroyt enn vanlig dansitiltøk flest, og hevur nógv forvitnis-ligt verið á skránni hesi árini, nevnast kann mótashow, fleiri dansishow og Føroyskir Chippensdales bert fyri at nevna nøkur.
Eisini hevur høllin verið pyntað við ljósperum og ballónum hvørt ár.
Øll árini hevur dansurin verið í ítróttarhøllini á Kambsdali. Sigast kann, at hetta er vorðin ein verulig traditión, og hava nógv fólk verið til dansin hvørt ár. Mest úr Eysturoynni, men eru nógv eisini komin aðrastaðni frá, og mong av teimum hava nýtt møguleikan at lata seg í grýluklæðir. Ein hevur týðuliga sæð, at nógv av teimun hava brúkt nógva tíð at seyma og annars gera sær eina drakt.
Fyri at gera tað meira áhugavert og spennandi at gera góð og orginal grýluklæði, hava tað á hvørjum ári verið vinningar til bestu grýluna, og í ár er ætlanin at gera nakað serligt burturúr. Besta grýlan vinnur nemliga ein uttanlandsferð fyri 2 .
Nr. 2 og 3 fáa eisini vinning.
Nevnast kann, at grýluklæðini skulu vera heimagjørd fyri at koma upp í part, tá dømast skal. Ikki tí, keypt grýluklæðir eru eisini meir enn vælkomin, men tað verður ikki hildið at verið rætt, at ein sum fer inn í ein handil og keypir sær ein drakt, skal vinna yvir einum, sum hevur sitið og hevur nýtt hendur og hugflog og nógva tíð til arbeiðið.
Til dansin í ár fara teir vælumtóktu »All That Rain« at spæla, tað er nakað síðani, at teir hava spælt, onkur av teimun hevur veri uttanlands, og so er ein komin uppí bólkin afturat, soleiðis at teir nú eru fýra.
Í steðginum verður discotek.
Alt hetta stóra tiltakið verur á Kambsdali leygarkvøldið 1. mars.