12 ára gamal hongdi seg vegna happing

Ein bert 12 ára gamal danskur skúladrongur valdi deyðan fyri at sleppa undan happing Ongin hjálpir mær burtur úr happingini. Tí er deyðin einasti útvegur.

Soleiðis hevur hin bert 12 ára gamli Robert Larsen í Udby Skole við Holbæk hugsað, tá hann fyrradagin tók ógvusligu avgerðina um at heingja seg.

Ekstra Bladet sigur í dag, at teir 260 næmingarnir og lærararnir eru skelkaðir, eftir at leiðslan í gjár boðaði frá, at 12 ára gamli skúlafelagin hevði tikið seg av døgum. Ongin ivast í, at áhaldandi happing frá einum bólki av næmingum var orsøkin.

? Onkur hevur heilt vist ringa samvitsku í dag, sigur ein av elstu næmingunum í skúlanum við blaðið. Men skúlaleiðarin hevur onga viðmerking.

Tá flaggið varð vundið í hálva stong í gjár, fóru fleiri lærarar grátandi heim.