12 stjørnur

Tá tosið í framtíðini fer at fella á hondbóltslandskappingina 1999/2000, er einki at ivast í, at Stjørnan fer at standa frammalaga í minninum hjá teimum flestu. Alt kappingarárið hava tær verið so nógv tað besta liðið, og kontanta avrokningin sæst eisini á stigatalvuni, har tær eru langt framman fyri næstu liðini. Liðið telur bæði ungar og evnaríkar umframt eldri og royndar leikarar, og hevur tískil ta so vælkendu blandingina av talenti og rutinu. Eisini er hópurin sera breiður, og sæst hetta m.a. aftur í, at tað so at siga altíð eru tólv nøvn á dómaraseðlinum. Niðanfyri hava vit í stuttum lýst tær tólv, sum vóru á dómaraseðlinum leygardagin.

Jastrid Gullaksen, 28 ár

Er kropsliga sterk, og ger hetta, at hon er ein týðandi liður í verjuspælinum. Kropsstyrkin ger tó eisini, at hon ikki smæðist burtur í álopspartinum, har hon megnar at skræða seg ígjøgnum, hóast mótstøðuverjan heldur seg hava fatur í henni.


Joan M. Joensen, 21 ár

Joan telist helst millum kvikastu leikararnar í Føroyum. Ein styrki, sum serliga kemur til sjóndar í verjupartinum, har hon fær fatur á nógvum bóltum. Kann spæla so at siga alla staðni, men tá Sólvá hevur verið skadd meginpartin av árinum, hevur Joan havt leiklutin sum spælskipari.


Anna K. Samson, 25 ár

Hon man helst vera ein hin besti vongspælarin í landinum, og fær við sínum skjótleika rættuliga nógv mál í kontraálopum. Hevur eisini eitt gott avsett, og megnar tískil at »opna« málið, tá hon leypir inn frá veinginum.


Ragna Andreasen, 19 ár

Hevur ein øgiligan stríðsvilja, sum í stórum mun kompenserar fyri teknisku manglum hennara. Hevur avgjørda styrkina í skjótleikarnum og er vandamikil, tí hon altíð setir beina kós móti málinum. Verður tó í so ofta dømd fyri trok orsakað av ágrýtni sínum.


Andrijana Milodanovic, 21 ár

Er við sínum skjótleika millum vandamestu vongspælarar í landinum. Hóast hon ikki er lám, hevur hon eitt somikið gott skot, at hon uttan trupulleikar kann spæla í høgru álpssíðu. Kom til landið saman við venjaranum, og hevur hon á sama hátt verið ein góður styrkur hjá liðnum.


Sólva Eystberg, 34 ár

Kanska mest rutineraði føroyska leikarin. Er kanska ikki tann leikarin, sum tú leggur mest til merkis, men hon dugur sera væl at nýta høvdið, tá spælt verður. Eftir at hava verið skadd stóran part av árinum, er hon í seinastuni nýtt til at fáa frið á spælið, tá nógv hevur staðið á. Hevur eins og Annika roynt seg í næstbestu donsku deildini


Simona Hansen, 20 ár

Fyrst og fremst er tað øgiliga skotstyrkin, sum ger Simonu til ein av mest týðandi leikarunum á liðnum. Hon hevur sínar manglar í verjupartinum, men nakað av hesum verður uppvigað av stødd hennara. Hevur tíðina fyri sær, og kann hon menna seg enn meira, verður hetta ein leikari, sum vit koma at síggja nógv til fram yvir.


Una Olsen, 17 ár

Er kanska evnaríkasti leikarin í felagnum, gevur seg altíð 100%, bæði til venjing og dyst. Er skjót og sterk, og tá hon eisini loftar rættuliga væl, kann hon væl nýtast á strikuni. Skjótleikin ger tó eisini, at hon er ein góður vongspælari.


Johanna Mikkelsen, 37 ár

Veteranurin millum lokalu leikararnar. Hevur í fleiri ár talst millum bestu málverjar í landinum, og er eisini úttikin til landsliðshópin. Hevur verið burtur stóran part av árinum við skaðanum, sum hon fekk undir upphitingini áðrenn fyrra europacup dystin


Vesna Tomajek, 37 ár

Hevur leikt 78 landsdystir fyri jugoslavia, og hevur m.a. verið við til at vunnið silvur í OL í 1988. Hóast hon er komin nakað upp í árini, er hon ríkiliga góð til føroyskan hondbólt, og hevur avgjørt verið ein stórur styrkur hjá klaksvíksliðnum.


Annika Ljósstein, 26 ár

Liðskiparin á stjørnuliðnum er sera sterk í verjuni, og hevur harumframt eitt rættuliga gott skot, sum eisini ger hana til eina støðuga hóttan í álopspartinum. Er millum bert tríggjar føroyskar kvinnuleikarar, sum hava roynt seg í næstfremstu donsku deildini. Fekk so at siga FM-heitið í føðingardagsgávu, við tað at hon fylti sunnudagin.


Rannvá Andreasen, 19 ár

Hevur rættuliga fingið sítt gjøgnumbrot í ár, eftir at Johanna varð skadd. Við sínum góða yvirblikki, er hon ofta við til at seta kontraálop í gongd, tá langir bóltar verða tveittir fram. Hevur eins og systurin, Ragna, ein ótrúligan viljia, og stríðist nú við Johannu um rættin til at verða fyrsti málverjin.