12 vaskifólk eisini uppsøgd

-Sjálv eri eg einkja, og tú kennir teg nær um naknað, nú tú um góðan mánað verður arbeiðsleys. Kortini verða vit als ikki nevndar í rokinum um uppsøgdu starvsfólkini á Føroya, og tað kennist svárt, sigur Lena Rasmussen, sum er ein av uppsøgdu vaskikonunum á Føroya Tele

-Hetta er líka hart fyri okkum sum fyri cand. ditt og cand. datt. Vit eru eisini menniskju, men tað er sum um, at vit ikki eru til. Virðingin fyri okkum vaskikonum er undir alt lágmark.
Orðini eigur, Lena Rasmussen, sum seinastu 32 árini hevur starvast sum vaskikona á Føroya Tele. 1. juli verða hon og 11 aðrar vaskikonur arbeiðsleysar. Tolllaksmessudag í fjør fingu vaskikonurnar uppsagnirnar í jólagávu frá Føroya Tele.
Orsøkin til uppsagnirnar er, at Føroya Tele frá 1. juli hevur gjørt avtalu við vaskifyritøkuna, Euro, og tí verður ikki tørvur á teimum vaskikonunum longur.
Lena Rasmussen er ørg um, at Føroya Tele ikki hevur grett orð um uppsøgdu vaskikonurnar, tí tær eru eisini menniskjur, sum hon málber. Sjálv hevur Lena rundað tey 60 árini, men framvegis vantar nakað í til pensiónsárini.
-Sjálv eri eg einkja, og tú kennir teg nær um naknað, nú vit um góðan mánað verða arbeiðsleysar. Tað kennist rættiliga svárt, at vit als ikki nevndar í rokinum um uppsøgdu starvsfólkini á Føroya, sigur Lena Rasmussen.

Ringur hýrur
Í morgun(hósmorgunin, blðm) hevur Lena Rasmussen vaska á Føroya Tele, og hon greiðir frá, at hýrurin á starvsfólkunum er snøgt sagt vánaligur.
-Eg eri von við at vera í góðum hýri, tá eg eri til arbeiðis. Í morgun fekk eg kortini at vita, at eg skuldi ikki ganga runt og flenna, tí støðan í løtuni var einki at flenna at, sigur Lena Rasmussen at enda.