Fleiri enn 120 norsk fiskifør fáa eina minni toskakvotu í ár, tí broytingar eru framdar í norsku fiskiveiðireglunum Starvsnevndin í Norges Fiskarlag finst at myndugleikunum fyri at hava broytt reglurnar uttan at hava tikið hædd fyri avleiðingunum.
Nevndin mælir til, at nýggja skipanin verður útsett, til funnið er fram til eina meira langtíðarrættaða skipan.
Eftir nýggju skipanini, verða kvoturnar nú tillutaðar eftir faktisku longdini á núverandi skipum ? og ikki eftir sonevndu ?heimildarlongdini?, ið er longdin á tí skipi, haðani kvotan upprunaliga stavar.
Munurin millum faktisku longdina og heimildarlongdina kann eisini stava frá, at skipið er longt.
Grundgevingin hjá myndugleikunum fyri hesum broytingum er, at kvoturnar hjá nógvum stórum skipum stava frá bátum, sum eru minni enn 10 metrar og høvdu fríari ræsur at fiska.
Myndugleikarnir siga, at broytingarnar eru framdar til tess at byrgja uppfyri spekulatión.