12,5 milliardir í lønum seinasta árið — vøksturin er 5,3 prosent

12,5 milliardir vóru útgoldnar í A-skattaðum lønum seinasta tólv mánaða skeiði frá oktober í fjør til september í ár. Tað eru slakar 640 milliónir meira samanborið við undanfarna tíðarskeið, sum er ein vøkstur á 5,3 prosent.

Hagstova Føroya:

 

Lønirnar vóru slakar 640 milliónir krónur, ella 5,3 prosent, størri í tíðarskeiðnum frá oktober 2023 til september 2024 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.

 

Gongdin vísir, at stígur kom í lønargjaldingarnar, tá koronafarsóttin rakti í 2020. Seinna hálvár í 2021 vendi gongdin, og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan.

 

##med2##

 

##med3##

 

Kvinnurnar eiga størsta partin av vøkstrinum

 

Vøksturin hjá kvinnum hevur verið meira javnur seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað, tá koronufarstóttin rakti. Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum.

 

##med4##

 

Vøksturin í lønargjaldingunum seinasta tólv mánaða tíðarskeiði var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum samanborið við undanfarna tíðarskeið. Lønin hjá kvinnum var 400 milliónir ella sløk níggju prosent størri, meðan lønin hjá monnum er vaksin við 240 milliónum sum svarar til góð trý prosent. Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, eiga størsta partin av vøkstrinum við 336 mió. kr. ella 11,4 prosentum. 

 

##med5##

 

Størsti vøkstur í Sandoyar øki

 

Niðanfyri sæst prosentmunurin í lønargjaldingunum seinasta tólv mánaða skeið samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar býtt á øki.  Sandoyar øki og Suðurstreymoyar øki høvdu størsta vøkstur við omanfyri sjey prosentum. Suðuroyar øki hevði sum einasta øki eina minking í útgoldnu lønunum. Har vóru lønirnar 0,7 prosent minni enn undanfarna tíðarskeið. 

 

Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki kunnu síggjast á hesum síðunum: Norðoya økiEysturoyar økiNorðstreymoyar økiSuðurstreymoyar økiVága økiSandoyar økiSuðuroyar øki.

 

##med6##

 

Lønirnar minkaðar í fiskiveiðuni

 

Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á fyrsta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Størsti vøkstur í krónum var í  "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" og næst í "Heilsu- og almannaverk". Lutfalsliga var størsti vøkstur í "List, undirhald og ítróttir". "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" hevði sum einasta vinnugrein eina minking í útgoldnu lønunum samanborið við undanfarna tíðarskeið. Minkingin var 5 prosent ella knapt 80 mió. kr.

 

##med7##

 

Verður "Fiskiveiða og aling" greinað í undirbólkarnar, sæst at størsta minkingin í krónum var í uppsjóvarveiðu, men at útgoldina lønin í botnfiskiveiðu og aðrari fiskiveiðu eisini er minkað. Aling hevur harafturímóti havt ein vøkstur við trimum prosentum í útgoldnum lønum samanborið við undanfarna tíðarskeið. 

 

Miðallønin hjá monnum er 40 prosent hægri

 

Í september var miðallønin per persón 34.278 krónur. Hetta er trý prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Grafurin niðanfyri vísir miðallønina býtt á kyn. Í september fingu menn 39.800 krónur í miðal, sum er um 40 prosent hægri enn miðallønin hjá kvinnum, sum var 28.272 kr krónur.  Samanborið við sama mánað árið fyri er miðallønin hjá monnum tó ikki vaksin, meðan miðallønin hjá kvinnum er vaksin við yvir átta prosentum. 

 

Fleiri lønarhagtøl kunnu síggjast her.

 

Um lønarhagtølini

 

Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat. 

 

Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald. 

 

Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands. 

 

Dagføringar av lønarhagtølunum

 

Í fyrru helvt av 2024 hevur tað verið arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum. Tær størstu dagføringar í lønarhagtølunum eru:

 

  • Miðal og miðvirði (median) av lønunum. Hesi mátini verða roknað av samlaðu lønini hjá løntakaranum og tal av løntakarum. Miðallønin og miðvirði kann eisini býtast á samlaðu lønina hjá løntarakaranum í bústaðarkommunu, vinnugreinini ella geiranum.
  • Høvuðsvinnugrein eftir NACE Rev. 2 frá 2008. Lønarhagtølini er umskipað til at fylgja altjóða sambærligu flokkingini NACE rev. 2. frá 2008. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar meira sundur fyri at lýsa serføroysk viðurskifti sum best. Høvuðsvinnugrein er tann vinnugreinin, har arbeiðsgevarin hevur størst virksemi. 
  • Geirar, so nú ber til at býta løn eftir um arbeiðsgevarin er undir almennum ella privatum ræði. Geiraflokkingin byggir á altjóða flokking í 'European system of accounts' hjá Eurostat. Geirabýtið í hagtalsgrunninum er ein einfaldari uppseting av hesi flokking.
  • Ríkisborgaraskapir hjá løntakarum eru meira útgreinaðir í heimspartar og øki.
  • Bústaðartilknýti, so til ber at síggja lønargongdina hjá persónum við og uttan bústaðartilknýti.
  • Bústaðarkommunur, so til ber at síggja lønargongdina býtt á bústaðarkommunu hjá løntakaranum.
  • Høvuðs- ella hjávinnugrein hjá løntakarum, so til ber at síggja, hvussu nógv er útgoldið í lønum, har løntakarin vinnur mest í løn. 

 

Broyting í hagtølunum

 

Í samband við dagføringarnar eru lønarhagtølini enduskoðaði. Tað hevur við sær, at samlaðu lønirnar eru vaksnar eitt vet serliga seinnu árini. Fyri árið 2023 eru umleið 300 milliónir lagdar afturat samlaðum útgoldnum lønum og vóru tilsamans 12,2 milliardir í 2023. Vøksturin kemur av, at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum. Aðrar broytingar, sum eisini ávirka hagtølini eru, at ávísar útgjaldingar um samtíðarskattaskipanina, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Flestu av hesum vóru skrásettar sum almennar veitingar frammanundan. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endað”.