1250 kr. um árið

- tað er lestrarstuðulin til heimabúgvandi 18-19 ára gomul, sum vaksa upp hjá støkum uppihaldarum.

Í øllum orðaskiftinum um lestrarstuðul er ein bólkur dottin burturímillum. Tað eru børn hjá støkum uppihaldarum. Gjaldið frá hinum foreldrinum, sum er 12.550 kr. um árið, fellur burtur, uttan so at viðkomandi hevur óvanliga høga inntøku. Somuleiðis fellur almenni stuðulin til stakar uppihaldarar, 6.000 kr. um árið, burtur. Tilsamans 18.550 kr.
Lestrarstuðulin verður settur niður til 1.800 kr. um mánaðin, 11 mánaðir um árið, tilsamans 19.800 kr. um árið. Tað, sum er eftir, er sostatt 1250 kr. um árið.
Barnafrádrátturin í kommunuskattinum, sum er eitt sindur ójavnur, umleið 5.000 kr. um árið, fellur burtur. Barnafrádrátturin í landsskattinum, 5.500 kr. um árið, fellur somuleiðis burtur. Lestrarstudningur kann síggjast sum ein máti at viga upp ímóti hesum inntøkumissi, men tað er bara ikki galdandi fyri familjur við støkum uppihaldara. Samanlagt minkar inntøkan hjá familjuni við støkum uppihaldara við 9.250 kr. um árið, tá ið barnið fyllir 18 ár, um tað framvegis gongur í skúla.
Áðrenn tann ungi fylti 18 ár, varð upphæddin frá hinum foreldrinum (“pápapengarnir”) drigin frá tí, sum hann kundi forvinna, áðrenn hann skuldi rinda skatt. T.v.s. at hann rindaði skatt av tí, hann forvann í summarfrítíðini, meðan javnaldurin við liðina á honum, sum vaks upp hjá tveimum foreldrum, ikki skuldi rinda skatt av somu inntøku.
Tað sæst, at tey, sum hava gjørt broytingarnar í lestrarstudninginum, hava skeitt eftir donskum reglum, har grundstuðulin til heimabúgvandi á miðnámsútbúgvingum er 1.200 kr. um mánaðin. Men har er bara tann munur, at tey fáa eitt ískoyti, sum er lagað eftir foreldrainntøkuni, og er hon 300.000 kr. ella minni, er hetta ískoytið knappar 1.500 kr. um mánaðin. T.v.s. at lestrarstudningurin hjá einum 18-19 ára gomlum heimabúgvandi miðnámsskúlanæmingi í DK, ið er barn hjá støkum uppihaldara við vanligari løn, er 2.650 kr. um mánaðin. Munurin vigar sostatt upp ímóti tí upphædd, sum familjan við støkum uppihaldara missir í Føroyum, tá ið barnið fyllir 18 ár. (Meðan lestrarstudningurin í DK er skattskyldugur, minkar hann í Føroyum samsvarandi inntøkuni hjá móttakaranum.)
Um feilir eru í hesum útrokningum, vóni eg, at onkur rættar teir. Annars fari eg bara at spyrja, hvussu leingi hesin mismunur á børnum, ið vaksa upp hjá støkum uppihaldarum, og børnum, ið vaksa upp hjá tveimum foreldrum, skal halda fram.