Tingfundurin var nærum tríggjar tímar seinkaður at byrja í morgun, tí bíðað varð eftir, at andstøðan og samgongan snikkaðu
Tilsamans eru 13 broytingaruppskot løgd fram, 12 teirra frá andstøðuni og eitt einsamalt úr samgonguni.
Sambandsflokkurin hevur lagt fimm teirra fram og Bjørn Kalsø, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim løgdu fram sjey teirra.
Orðaskiftið hevur vart síðani klokkan 13.15 og tingformaðurin segði í stuttari viðmerking fyri lítlari løtu síðani, at hann væntaði at orðaskifti skjótt kundi vara einar tríggjar tímar afturat.
Millum uppskotini er, at strika ásetingarnar í nýskipanini, um at útlendingar skulu úr fiskivinnuni, ein onnur broyting er at loyva opnum træbátum at fiska frítt uttan fiskiloyvi, og ein broyting, sum skjýtur upp, at veiðiloyvi framhaldandi skulu vera partur av lóggávuni og lógini um skráseting av skipum.
- Hetta verður gjørt millum annað fyri at verja skipsmanningarnar og føroysku manningarfeløgini mótvegis økta vandanum við bíligari útlendskari arbeiðsmegi og øðrum óskipaðum manningarviðurskiftum, skriva Bjørn Kalsø, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim í viðmerkingunum til broytingaruppskotið.
Teir fýra hava eisini eitt uppskot um at strika uppboðssøluna og eitt um at varðveita fiskidagaskipanina fyri botnfiskiskapin. Teir fýra vilja eisini strika eina áseting í lógini um at áleggja loyvishavarum við einum umsetningi omanfyri 10 milliónir krónur at lata landsstýrismanninum eina frágreiðing um virksemi teirra. Teir hava eisini eitt uppskot um at strika ásetingina um at alt skal førast til lands.
Sambandsflokkurin hevur tvey broytingaruppskot, sum snúgva seg um menningarkvoturnar. Í øðrum føri skjýtur flokkurin upp at minka menningarkvoturnar úr 8,5 prosentum niður í 5 prosent, meðan í hinum skjóta teir upp at avtaka tær yvirhøvur.