4. januar hendi ein vanlukka í Hósvík, sum kravdi mannalív. Ein 10 ára gamul genta úr Vestmanna, sum var og ferðaðist í Hósvík, spældi við trimum øðrum børnum, tá hon kom fyri ein lastbil. Hon meiddist so illa, at hon doyði.
11. januar hendi ein ferðsluvanlukka á Skála, tá ein 8 ára gamal drongur, sum var á veg tilhandils, bleiv yvirkoyrdur, tá hann fór rennandi yvir um vegin. Hann fekk so mikið stóran skaða, at hann doyði beinanvegin.
22. januar hendi ein vanlukka á Glyvrum. Um hálvgum seks tíðina á kvøldi varð ein 62 ára gamal maður av Nesi yvirkoyrdur aftanífrá av einum persónbili, uttan fyri skúlan á Glyvrum. Maðurin doyði á staðnum, av snuddinum hann fekk.
25. februar hendi ein ferðsluvanlukka í Runavík. Ein 3 ára gamal drongur varð yvirkoyrdur, tá hann kom undan einum garði og inn á høvuðsvegin. Drongurin, sum fekk skaða í høvdið, varð fluttur á Landssjúkrahúsið beinanvegin, men hann var deyður, tá hann kom hagar.
17. mars varð ein 64 ára gomul kona ákoyrd av ein i knallert í Tórsgøtu í Havn. Hon varð uttan vit flutt á Landssjúkrahúsið, har hon stutt eftir doyði.
8. apríl hendi ein ferðsluvanlukka norðan fyri støðina í Mjørkadali, sum kravdi eitt mannalív. Ein vøruvognur, sum kom noðran eftir við tveimum monnum í, fór niðan av vegnum og bóltaði síðan runt. Annar av monnunum, ein var 22 ára gamal havnarmaður, var so illa skaddur, at hann doyði stutt eftir.
16. apríl á morgni hendi ein ferðsluvanlukka í Klaksvík, sum kravdi eitt mannalív. Ein bilur við fýra fólkum fór út av bryggjuni á Stongunum. Tað eydnaðist øllum, uttan einum 17 ára gomlum drongi, at sleppa úr bilinum, áðrenn hann fór til botns.
24. mai hendi ein ferðsluvanlukka í Trongisvági, sum kravdi eitt mannalív. Ein 58 ára gamal maður úr Øravík kom um morgunin koyrandi á motorsúkklu á veg til arbeiðis, tá hann rendi saman við ein persónbil. Stoyturin var so harður, at maðurin doyði á staðnum.
5. juni fór ein syndarligur tilburður fram við Leynarvatn, tá ein bilur koyrdi út í vatnið og sakk. Í bilinum vóru eini hjún og 14 ára gamli sonur teirra. Bilurin fór út av marbakkanum og sakk á 10 metra dýpi. Foreldrini bjargaðust, meðan líkið av dronginum varð funnið tveir tímar seinni.
14. juli hendi ein fersluvanlukka á Elduvíkarvegnum, tá ein 28 ára gamal maður úr Elduvík fór út av vegnum í bili sínum og á sjógv. Hann var druknaður, tá froskmenn tóku hann upp aftur.
Í desember 1974 hendi ein syndarlig ferðsluvanlukka í Havn sum kravdi trý mannalív. Um hálvgum sekstiðina um kvøldið fór ein persónbilur út av bryggjuni í Vágsbotni og á sjógv. Í bilinum vóru fimm fólk. Eini foreldur við trimum synum. 9 ára gamli sonurin og pápin bjargaðust, meðan mamman og tveir synir, annar 7 og hin 5 ára gamlir, doyðu.
Kelda: Myndaárbókin, árið ið fór 1974