13 góð ráð í vetrarferðsluni

Roknast kann við hálku nógva staðni í Føroyum í kvøld. Sambært Landsverki er hált bæði í Vágunum, Eysturoynni, Streymoynni og í Norðoyggjum. 

 

Hálkan kemur oftani óvart á okkum, og tað eru alt ov mong, ið taka kjansir í koyring um veturin. Hetta eitt nú við at bíða ov leingi at fáa vetrar- ella píkadekkini á, skunda sær ov nógv um morgnarnar og yvirhøvur undirmeta vandan í hálkuni. 

 

Landsverk hevur nøkur góð ráð til allar bilførarar í vetrarferðsluni. Ráðini eru hesi:

 


- Nýt røttu dekkini

- Far heimanífrá í góðari tíð

- Kanna koyrilíkindini á landsverk.fo

- Minst til fartelefonina og syrg fyri, at hon er lødd

- Hav altíð eitt teppi við í bilinum. Verður bilurin fastur í kavanum, er gott at halda seg heitan, til hjálpin er á staðnum

- Skava kava og ís av bilrútum, speglum og lyktum, áðrenn farið verður avstað

- Koyr altíð varliga og eftir umstøðunum

- Halt frástøðu til bilar frammanfyri. Bremsulongdin er longri í hálku

- Bremsa ikki knappliga

- Um neyðugt er at steðga, so tendra ávaringarljósini fyri at ávara onnur um, at bilurin stendur stillur

- Minst til at vísa av í góðari tíð, so bilurin aftan fyri kann taka hædd fyri hesum

- Ansa eftir ikki at tarna teimum, sum salta og grava kava

- Halt passandi frástøðu til gravimaskinur. Kavaskíggj kunnu taka sýnið eina løtu.