13 skotin í skúla í Brasil

Í minsta lagi 13 doyðu, og 22 vórðu særd, tá ein maður fór at skjóta við í einum skúla í brasilska stórbýnum Rio de Janeiro í dag. Aftaná skjeyt maðurin seg sjálvan. Brasilsku fjølmiðlarnir skriva, at maðurin fór inn í skúlan við ryggsekki. Hann segði, at hann skuldi á ein fund, men ístaðin fyri fór hann inn í eina skúlastovu og fór at skjóta eftir næmingunum og læraranum.

Sambært tíðindastovunum hevði byrsumaðurin gingið í hesum skúlanum fyrr.

Løgreglan sigur, at byrsumaðurin æt Wellington Menezes de Oliveira og var 24 ára gamal. Sagt verður, at hann hevði skrivað eitt bræv, har tað stóð, at hann hevði gjørt av at taka lívið av sær.