13 av føroysku fótbóltsfeløgunum hava í dag sent Fótbóltssambandinum skriv, har tey vilja hava FSF at fylgja reglugerðunum, sum eru fyri flytingarvindeygað.
Hetta er ein avleiðing av málinum um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen. Eitt spæliloyvið, sum varð flutt til B36, hóast flytingargluggin var læstur. Hetta tí Kappingarnevndin hjá FSF metti, at málið kundi flokkast sum eitt undantak sambært grein 17.5 í kappingarreglunum.
Skrivið, sum er sent FSF, er soljóðandi:
Áheitan til Fótbóltssamband Føroya
Niðanfyri standandi feløg heita hervið staðiliga á Fótbóltssamband Føroya, um at fylgja regluverkinum fyri flytingargluggan.
ÍF
KÍ
Víkingur
B68
07 Vestur
EB/Streymur
MB
Fc Hoyvík
TB
VB/Sumba
B71
Skála
Royn