Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at nú kunnu tilsamans 139 koronu-tilburðir knýtast til tað virksemi, sum var í íshøllini í Halden, meðan høllin var opin. Høllin hevði verið stongd til einaferð í januar, og læt síðan uppaftur.
Men, tað tók ikki langa tíð - bert fáar vikur - so gjørdist fleiri og fleiri fólk, sum høvdu sína gongd í høllini, sjúk við koronu. Nú er talið av fólki við covid-19, sum kunnu knýtast til virksemið í høllini, komið upp á 139 í áviksvist Halden, Sarpsborg og Fredrikstad.
Samlaða talið av fólki, sum virksemið hevur sent út í sóttarhald, er fleiri enn 2300. Í gjár - sunnudagin - gjørdist tað greitt, at níggju tilburðir aftrat, sjey í Halden og tveir í Fredrikstad, kunnu knýtast til íshøllina, áðrenn høllin læt aftur.
Hetta vísir, hvussu skjótt smittan kann spjaða seg, tá ringast vil til.