14 føroysk mál tá Viking vann greitt í Tróndheimi

Jónas G. Djurhuus var valdur at vera besti leikari á vøllinum í dag

Tað gekk væl hjá føroyingaliðnum, Viking Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Viking var í Tróndheimi og spældi móti Charlottenlund og vann ein greiðan 31-20 sigur. Í fyrra hálvleiki var Charlottenlund væl við, og í steðginum var Viking bara á odda 15-13. Í seinni hálvleiki setti Viking í fimta gear og vann sannførandi.

 

Føroyingarnar hjá Viking skutu 14 av teimum 31 málunum í dag. Jónas G. Djurhuus skoraði seks mál fyri Viking, og var valdur at vera besti maður á vøllinum. Helgi H. Hoydal og Tróndur Mikkelsen skoraðu fýra mál hvør.

 

Viking hevur vunnið tríggjar dystir og hevur tapt ein dyst higartil í kappingini. 

 

Viking Stavanger spælir aftur 27. oktober á útivølli móti TIF Viking.