14 føroysk mál tá Viking vann stórsigur á heimavølli

Helgi H. Hoydal gjørdist toppskjútti og Jónas G. Djurhuus var valdur til besta leikara tá Viking vann 20-máls stórsigur

Føroyingaliðið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Viking Stavanger vann stórsigur 34-14 á Fold HK á heimavølli í kvøld.

 

Føroysku spælararnir stóðu sterkir í myndini. Helgi H. Hoydal gjørdist toppskjútti við seks málum, og Jónas G. Djurhuus og Tróndur Mikkelsen skutu fýra mál hvør. Jónas var eisini valdur at vera besti spælari hjá Viking í kvøld.

 

Viking Stavanger liggur á einum fimta plássi við átta stigum fyri sjey dystir. Seks stig eru upp til oddaliðið og lokalu arvafíggindarnar, Sandnes sum hava vunnið 14 av møguligum 14 stigum higartil í kappingini.

 

Komandi týskvøld spælir Viking á útivølli móti Oslo Studentene.