14 matstovur kring landið fáa nú ein serligan lykil til úthurðina

Lykilin er ein viðurkenning og tey vóna, at fleiri matstovur gera seg fortjentar til somu viðurkenning

 

Allan juni mánað 2020 hava fólk sent Megd uppskot um matstovur kring landið, sum eru atkomuligar hjá fólki við rørslutarni. Endamálið er at varpa ljós á, hvussu stóran týdning, tað hevur.

Ein nevnd varð sett at meta um innkomnu uppskotini, men samstundis kannaðu tey eisini matstovurnar. Í nevndini sótu Levi Hanusarson, Poula Reinert Olsen, Eyðun Hansen, Sonja Tausen og Ása Dánjalsdóttir, umframt forkvinnan og aðalskrivarin hjá MEGD.

Dentur varð lagdur á, at atkomuviðurskiftini skuldu vera góð, tað skuldi vera lætt at sleppa á ves, Tað skuldi bera til hjá fólki við ovurviðkvæmi at fáa laktosufrían og glutenfrían mat og parkeringsviðurskiftini skuldu vera góð.

Tað skuldi vera lætt hjá fólki ið bera brek, at sleppa inn í bygningin og at brúka teir hentleikar, sum eru til taks hjá øllum øðrum.

Og í dag, varð kunngjørt, hvørjar matstovur kring landið, fingu viðurkenning fyri at vera lætt atkomuligar. Viðurkenningin er ein lykil, ið verður settur á høvðusdyrnar í komandi viku. Lykilin vísir gestunum, at matstovan er atkomulig. Matstovurnar, sum í dag hava fingið lykilin eru:

– Glasstovan, Tvøroyri

– Fjørukrógvin, Vestmanna

– Burger King, SMS

– Hornið, SMS

– Hotel Runavík

– Systrar, Norðurlandahúsið í Føroyum

– Hotel Hafnia, Tórshavn

– Jacqson, Klaksvík

– Matstovan, Hotel Føroyar   

– No. 12, Tórshavn

 – Seglloftið, Tvøroyri

– Skeiva pakkhús, Tórshavn

– Silo, Tórshavn

– The Tarv, Tórshavn

– Sjálvt um hesar nú hava fingið viðurkenning, eru vit vónandi ikki liðug at geva lyklar, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd. Ætlanin er, at matstovur lykilin frá Megd, so hvørt tær verða atkomuligar hjá fólki við rørslutarni.

Tey vísa eisini á, at flytir ein matstova í onnur høli, har atkoman ikki er í lagi, fylgir lykilin ikki við.