1448 er ikki longur einans endatølini í telefonnummarinum hjá løgregluni tað er hervið eisini heitið á nýggja tónleikabólkinum, sum er mannaður við politistum.
Og politistarnir ætla sær at trína á pallin sjálvt valkvøldið, tá ið teir skulu spæla í høllini í Trongisvági saman við bólkinum hjá Jens Lisberg
Teir, sum mynda 1448 eru:
Jan Poulsen, guitar og sang, Áki G. Olsen, guitar og sang, Dànjal Jákup Holm, trummu, Oluf Mortensen, guitar og sang, Jón Klein Olsen, bass, og Finn Hansen, harmonika.
Aftrat syngjandi politistunum verður bólkurin hjá Jens Lisberg at hoyra í Trongisvági.
Fyrireikarar siga, at langt er ímillum, at tað eldra ættarliðið í Suðuroynni kann fara út at hugna sær við góðum dansitónleiki, og tí er tað stór undirtøka fyri hesum tiltakinum.
Jens Lisberg fer at spæla góðan dansitónleik frá 70unum og 80unum, og sjálvandi eisini diskað upp við eini ørgrynnu av øðrum góðum og vælkendum dansisangum, sum hann er kendur fyri at spæla.
Teir, sum mynda Jens Lisberg bólkin eru:
Petur Mohr Reinert, bass, Sámal Lindenskov, el og kassaguittara, Torbjørn Lisberg, keyboard og klaver, Heini Fossá, trummur og Jens og Marner Lisberg syngja.